B71 lænir oddasessin

Sandoyingar vunnu stórsigur, og vágamenn hildu tørn í oddastríðnum, eftir at teir í fyrra umfarinum eina løtu høvdu verið aftanfyri

Tað gekk soleiðis, sum støðutalvan kundi bent á, at tað fór at gera, tá ið tað leygardagin varð farið undir aftur kappingina í næstbestu deildini, sum nú er hálvrunnin.
                      Mest merkisverda úrslitið var tað kanska, at uppflytararnir úr HB framvegis eru heilt væl við. Hesa ferð høvdu teir vitjan av LÍF, sum ikki hevur fingið tað at stemma heilt í ár. HB vann 3-1, og tað var heimastaddi útisetin, Jørgin Meitilberg, sum seinastu vikurnar hevur vant saman við teimum bestu í HB, sum miðskeiðis í 1. hálvleiki legði heimaliðið framum. Uppspælið var í høgru, og so varð lagt tvørtur um til Jørgin, sum var leysur.
                      LÍF svaraði aftur við brotssparksmáli, sum toppskjúttin hjá LÍF, Magnus Skoralíð, setti í netið, men eftir einum minutti í 2. hálvleiki avgjørdi HB. Fyrst skoraði Uni Arge, eftir at bólturin var stungin fram ímillum,og so staðfesti Jóhan Ejvind Mouritsen eftir fríspark í høgru.
                      AB vann í góðveðrinum í Sumba, men tað tók sína tíð, áðrenn argjamenn, sum høvdu Jan C. Dam á liðnum, endaðu omaná. Stóri málskjúttin hjá AB var Súni Fríði Barbá, sum skoraði tríggjar ferðir. Eitt av málunum var brotsspark. Hini AB málini skoraðu Tony Rasmussen og innskifti Mortan Johannesen.
                      Sumba er framvegis í stórum vanda fyri at enda á øðrum plássinum, ið kann bera niðurflyting við sær. Hesa ferð fingu teir góða úrtøku burturúr fyrra umfarinum, tá ið Birgir Kjærbæk javnaði til 1-1, og tá ið Jacob Skaaning skoraði tvey mál og syrgdi fyri, at teir vóru á odda 3-2 í steðginum.
                      Á Sandi var einki at rafla um. Hóast heimaliðið var greitt omaná móti Royn, sum restaði tríggjar av føstu monnunum, so var tað tó einki, sum fyrstu løtuna bendi á, at talan skuldi vera um so ógvusligan heimasigur sum 10-1. Hetta er næststørsti sigurin, sum er vunnin í deildini í ár. Eisini størsta tapið var tað Royn, sum legði rygg til. Tað var, tá ið teir 28. mai taptu 12-1 í Leirvík.
                      Sum seinna umfarið leið, so stóðu sandoyingar mest sum í bíðirøð fyri at sleppa á málskjúttaralistan, og tá var tað, at Regin Thomsen fekk høvi at minka um munin til 9-1. Stóru málskjúttarnir hjá B71 vóru Clayton Soares, sum skoraði fýra ferðir og harvið lyfti seg upp á fremsta plássið á máltindinum, og Magnus H. Olsen, sum skoraði tríggjar ferðir.
                      Tá ið ein tími var farin, og støðan var 6-0, misti Royn ein mann. Hann sá reytt, eftir at hann hevði víst óhøviskan atburð móti øðrum linjuverjanum.
                      Higartil hevur B36 bara vunnið, tá ið teir í 6. umfarinum vóru í Sumba, har úrslitið var 0-2. Leygardagin var B36 í Vágum, og har eydnaðist tað fyrrverandi FSV spælaranum Wellington at leggja árstalsfelagið framum við skoti úr 20 metrum.
                      Tá vóru tíggju minuttir farnir, og vágamenn nýttu fitta løtu at finna út av, at B36 ikki var at spæla við. Men so glapp, og Kim Poulsen gjørdist hetjan, tá ið hann skoraði øll fýra málini. Tað fyrsta var eftir uppspæl frá Jógvani Holm, tríggjar minuttir eftir steðgin átti Birgir Joensen næstsíðsta fótin, so fór málskjúttin sjálvur, og í síðsta førinum var tað eftir upplegg frá Sonna Johansen í høgru.
                      Støðutalvan sigur, at B71 er oddalið. Teir eru eitt stig frammanfyri B68, sum í annaðkvøld skal spæla útsetta dystin í Gøtu. Higartil hevur GÍ ikki megnað at vinna, so tað kann ikki sigast annað, enn at B68 er favorittur, tá ið teir fara um Gøtueið.
 
Úrslit
GÍ-B68 útsettur til mikukvøldið
 
HB-LÍF 3-1 (1-1)
1-0: Jørgin Meitilberg 20.
1-1: Magnus Skoralíð br 35.
2-1: Uni Arge 67.
3-1: Jóhan E. Mouritsen 68.
 
SUMBA-AB 3-5 (3-2)
0-1: Súni Fríði Barbá 3.
1-1: Birgir Kjærbæk 7.
2-1: Jacob Skaaning 31.
2-2: Súni Fríði Barbá 44.
3-2: Jacob Skaaning 45.
3-3: Súni Fríði Barbá br 58.
3-4: Tony Rasmussen 79.
3-5: Mortan Johannesen 87.
 
B71-ROYN 10-1 (5-0)
1-0: Magnus H. Olsen 18.
2-0: Eli Hentze br 20.
3-0: Clayton Soares 26.
4-0: Tummas Pauli Olsen 40.
5-0: Magnus H. Olsen
6-0: Eli Hentze br 50.
7-0: Clayton Soares 66.
8-0: Clayton Soares 70.
9-0: Clayton Soares 80.
9-1: Regin Thomsen 88.
10-1: Magnus H. Olsen 90.
Reytt kort: Kaj Roest 60.
 
FSV04-B36 4-1 (1-1)
0-1: Wellington 11.
1-1: Kim Poulsen 34.
2-1: Kim Poulsen 48.
3-1: Kim Poulsen 72.
4-1: Kim Poulsen 74.
 
Støðan
B71                  9      7      1    1        35-7       22
B68                  8      7      0    1        32-5       21
FSV04             9      6      1    2        25-8       19
AB                   9      5      2    2        24-19     17
HB                   9      5      1    3        26-18     16
LÍF                  9      4      0    5        32-23     12
ROYN             9      3      0    6        11-40       9
SUMBA          9      2      0    7        19-37       6
B36                  9      1      2    6          9-25       5
GÍ                    8      0      1    7          8-39       1