B71: Ov fáir spælarar at manna liðini

B71 ment fleiri góðar spælarar: Valdu høvðusungdómsvenjara framum miðverja til besta liðið

Í ÍtróttarSosialinum, sum kom á gøturnar mánadagin, er annar partur av greinarøðini um spælaramenning í føroyskum fótbólti. Her verður millum annað tosað við Eli Hentze um avbjóðingarnar í B71.

 

Keyp Sosialin á netinum HER

 

Størsti trupulleikin hjá B71 seinastu nógvu árini hevur verið fráflytingin, men hóast fólkatalið í Sandoynni er minkað við einum fjórðingi síðan 1985, hevur lítla felagið megnað at ment fleiri spælarar, sum onnur feløg hava fingið og fáa ágóðan av.

 

Les eisini: HB 100 spælarar á vøllinum í senn

 

Millum aðrar, ið hava fingið sín fótbóltsuppvøkstur á Sandoynni, kunnu nevnast Brandur H. Olsen (Randers FC), Símun Rógvi Hansen (NSÍ), Dan í Soylu (EB/Streymur), Magnus H. Olsen (NSÍ), Mikkjal Hentze (AB), Aron Clementsen (HB) og Kári Nielsen, Rasmus Nielsen og Gudmund Nielsen. Felags fyri fleiri av hesum spælarunum er, at teir eru góðir við bóltinum, og sterkir á fótbóltstekniska økinum. Hendan lutfalsliga stóra spælaraframleiðslan kemur ikki av tilvild, heldur Eli Hentze.

 

 - B71 hevur raðfest ungdómsfótbóltin øgiliga høgt í langa tíð. Felagið hevur havt løntar høvuðsungdómsvenjarar í nógv ár, og tað hevur havt við sær, at hesir, saman við øðrum dugnaligum venjarum, hava havt nógva og góða venjing í eitt drúgt áramál, greiðir Eli Hentze frá og lýsir hetta við einum dømi:

 

 - Tá eg var venjari í 2008, stóð valið ímillum at fáa ein miðverja til fyrsta liðið, sum tá spældi í bestu deildini, ella at seta ein løntan høvuðsungdómsvenjara í starv, og felagið raðfesti venjaran. Fyrsta liðið flutti niður, men onkur av teimum spælarunum, ið fingu gagn av góðari og støðugari venjing, eru at síggja í rættuliga stórum samanhangi í dag, so tað vóru væl givnir pengar tá, eins og tað er nú, sigur Eli Hentze.

 

Brot úr grein í Sosialinum 19. juni 2017

 

Í ár er Bakary Bojang, sum spældi við B71 í 2011 og 2012, settur í fulltíðarstarv sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum. Eli Hentze heldur eisini fyri í greinini, at tað smærru feløgini skulu kunna brúka eldri spælarar. Tað gagnar báðum pørtum, um alternativi er stórsigrar ella at smærru feløgini ikki melda lið til. Les alla samrøðuna í ÍtróttarSosialinum frá mánadegnum.

 

Fakta um B71:

Høvuðsungdómsvenjari: Bakary Bojang

Limir (merkir í hesum førum íðkandi spælarar): 140

Lið: 12 (U14 og U17 við gentum er samstarv við AB)

 

Venjarar: Átta fastir venjarar umframt hjálparfólk.

 

Brot úr 1. parti í greinarøð:

Les eisini: (Anders Gerber) Hugsi í elitufótbólti

Les eisini: (Jógvan Martin Olsen) Ein fjórðing til ungdómsdeildina

Les eisini: (Thomas Thinggaard) Mugu blíva betri við bóltinum