B71 setti eitt virðiligt punktum fyri teirra kappingarári við at vinna 5-3 á B36 í Gundadali leygardagin. Sandoyingar høvdu langt síðani tryggjað sær uppflytingina, men tað er altíð stuttligari at enda við einum sigri, og tað gjørdu teir so í einum spennandi og undirhaldandi dysti.
Samstundis fekk B71 hevnd fyri í fjør, tá B36 vann 6-3 á Sandi. Tá var B36 longu føroyameistari, meðan B71 við ósigrinum tá noyddist niður í 2. deild. Í ár er tað B36, sum noyðist niður í 3. deild, meðan sandoyingar nú aftur kunnu gleða seg til 1. deildarfótbólt komandi ár.
B36 skuldi í øllum førum hava javnleik og helst vinna fyri ikki at flyta niður, og teir høvdu styrkt seg við Sigfríða Clementsen, sum so at siga einki hevur spælt í ár, í álopinum, og Tummas Eli Hansen, sum takkaði fyri seg á 1. deildarliðnum eftir kappingarlok í fjør og hevur spælt á 4. deild í ár.
Í byrjanini sá út til, at hetta fór at geva bonus, tí tað vóru bert spældir nakrir fáir minuttir, tá Sigfríður stútaði eitt innlegg í netið til 1-0. Men leiðslan helt sær ikki leingi, tí tá eitt korter var farið, endaði ein B36-takkling við, at Eli Hentze bleiv púra blankur, og royndur sum hann er, javnaði hann til 1-1. Stutt seinni varð Sigfríður, sum so avgjørt hevur evnini, men als ikki er í dystarvenjing, skiftur út.
Henda støðan helt sær restina av hálvleikinum, hóast Eli Hentze hevði ein stóran møguleika fyri at skora til 2-1. B71 fekk eitt sera bíligt brotsspark fimm minuttir áðrenn hálvleik, men Dánjal Bærentsen bjargaði frálíkt skotinum hjá Eli.
Seks mál
í seinna hálvleiki
Eins og í fyrra hálvleiki gingu bert fimm minuttir, áðrenn B36 skoraði í seinna hálvleiki. Heimaliðið fekk eitt brotsspark, sum var eins bíligt og tað hjá B71 í fyrra hálvleiki, og Finn Mørk skoraði trygt til 2-1. Men gleðin var stokkut, tí minuttin aftan á gjørdi ein B36-ari, so tað aftur stóð á jøvnum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom B71 á odda fyri fyrstu ferð í dystinum. Bólturin varð sendur innfyri úr vinstru síðu, og við handaru stong stóð Jógvan Jón Petersen púra óvardur og skallaði í netið til 3-2.
Nú sá B36 álvaran og legði eitt øgiligt trýst á sandoyingar. Venjarin Jákup Mørk satsaði við at seta bæði Tórálv Poulsen og Jørgen Meitilberg inn í álopið, og serliga hesin seinni nevndi gav B71 trupulleikar. Tað var eisini hann, sum birti nýggja vón hjá B36, tá hann vann bóltin í brotsteiginum hjá B71 og sneiddi ein av sær, áðrenn hann javnaði til 3-3.
Nú vóru tjúgu minuttir eftir, og heimaliðið trýsti framvegis fyri at fáa fleiri mál, men B71-málverjin Waldemar Novicki vísti, at hann í øllum førum hevur 1. deildarstøði, og at hann uttan iva fer at bjarga B71 okkurt stigið komandi ár. So líðandi fór luftin úr B36-liðnum, og sum so ofta, tá annað liðið trýstir, verður opið í hinum endanum, og fá lið duga sum B71 at spæla kontrafótbólt. Sandoyingar fingu tvey mál í seinastu minuttunum, og tey syrgdu Páll á Reynatúgvu við høvdinum og Jónsvein Bærendsen eftir innlegg úr høgru fyri.
Sostatt vann B71 5-3 og flytir upp í 1. deild, meðan B36 ikki verður umboðað í 2. deild komandi ár. Eitt stórt framstig fyri B71 og eitt stórt afturstig fyri B36. Men tað gongur upp og niður í fótbólti, og við fólkagrundarlagnum, sum B36 hevur, eiga teir at vera nóg sterkir til at flyta upp aftur komandi ár. B71-menninir kundu leygardagin enn einaferð syngja »Que sera, sera« ? tað hava teir gjørt ofta eftirhondini ? og teir verða aftur í 1. deild í 1999. Um teir skulu standa seg, noyðast teir uttan iva av oynni at leita sær eftir styrki, og sum tað eisini varð nevnt í sjónvarpinum, kann tað meir enn so henda, at sandoyingar eisini næsta ár fara at fáa gleði av hesum seinasta sigrinum, nú næstbesta liðið hjá B36 skal spæla í 3. deild komandi ár.