Badminton til RIG

Aftur í ár luttekur Havnar Badmintonfelag í Reykjavík International Games

Aftur í ár luttekur Havnar Badmintonfelag í Reykjavík International Games. Í morgun fór eitt ferðalag á 96 fólk, harav 48 ungir badmintonleikarar til Íslands at taka lut í Reykjavík International Games (RIG).  Spælt verður í U11, U13, U15, U17 og U19.

Byrjað verður tíðliga leygarmorgunin, og hildið verður áfram til síðsti dystur er leiktur seint sunnudagin. Nógvir dystir eru á skránni, tí ungu badmintonleikararnir skulu spæla í øllum trimum greinunum – einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.

Vónirnar til kappingina eru góðar. Leikararnir kláraðu seg sera væl í fjørð og tí er spenningurin stórur í ár.

Í ár hevur TBR, sum er størsta badmintonfelag í Íslandi, bjóða HBF av til lið vinardyst friggjakvøldið í  U13, U15, U17 og U19. Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin 3. februar.