Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í dag, og eydnaðist tað báðum liðum at vinna.
Føroyski málverjin, Margit Weihe Fríðmundsdóttir og hennara liðfelagar í EH Aalborg vunnu á heimavølli 26-23 á Ejstrup/Hærvejen. Í steðginum var Ejstrup/Hærvejen á odda 11-10.
EH Aalborg er einsamalt oddalið í deildini við 24 stigum, tveimum stigum meir enn Bjerringbro og Holstebro, ið hava 22 stig hvør.
Magna Tórðardóttir og hennara liðfelagar í HIK vunnu á heimavølli í Hellerup 31-29 á AGF. Í steðginum var HIK á odda 17-15.
HIK er triðaftast í deildini við átta stigum.
Magna skoraði eitt mál fyri HIK hesaferð.
Komandi fríggjakvøld spælir EH Aalborg á útivølli móti Søndermarken.