Bæði føroyingaliðini vóru fyri tapi

Bæði Valur og FH taptu á útivølli ígjár

Tað var ikki ein góður dagur fyri føroyingaliðini í bestu íslendsku fótbóltsdeildini ígjár. 

 

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Vali mistu oddasessin til Víking Reykjavík, tá teir taptu 1-2 fyri Stjørnuni. Kaj Leo fekk gult kort longu í øðrum minutti fyri at hála mótstøðumann niður, og hann var skiftur út tá sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

 

Rasmus Christiansen legði Val á odda 1-0 tá ein lítlur hálvur tími var spældur. Stjarnan skoraði tvey mál fyrstu fimm minuttirnar av seinna hálvleiki, og teir hildu leiðsluni til seinasta bríksl. 

 

Komandi sunnudag skal Valur til Akureyrar at spæla móti KA.

 

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, ið tapti 0-2 fyri Víkingi Reykjavík á útivølli. Sambært Morgunblaðnum bjargaði Gunnar nógvum atsóknum, men hann kundi ikki forða Nikolaj Hansen at skora fyri Víking í 27. og í 85. minutti.

 

Mikukvøldið tekur FH móti Stjørnuni á heimavølli.

 

Støðan: 

 

LIÐ:
Víkingur Reykjavík8 dystir14:618 stig
Valur8 dystir14:917 stig
KA611:313
Breiðablik716:1013
KR712:911
FH7 dystir12:910 stig
Leiknir R.79:108
Fylkir810:157
HK79:136
Stjarnan85:126
ÍA78:155
Keflavík66:153