Teir 125 næmingarnir í Kollafjarðar Skúla mugu út gjøgnum vindeyguni og niður við stiga, um eldur kemur í skúlan og illa stendur til. Hetta er støðan, um teir ikki sleppa niður gjøgnum einastu trappurnar frá aðru niður í fyrstu hædd. Um teir ongan veg sleppa, mugu roykkavarar fara inn eftir teimum.
Trygdarútgerðin í Kollafjarða skúla er ikki nóg góð. Hetta hava lærarar og umsjónarmaðurin á skúlanum tosað um fleiri ferðir, men sum oftast er tað ikki vorðið til meir.
? Tað hevur verið frammi fyrr, og síðst í áttatiárunum varð nógv tosað um tað. Men so komu niðurgangstíðirnar, og einki hevur verið gjørt við málið, sigur umsjónarmaðurin á Kollafjarðar Skúla, Frits Joensen.
Men nú er málið komið fram aftur. Fyrstilærarin í Kollafjarðar Skúla, Karin Hammer, upplýsir, at tey 23. februar í skrivi gjørdu kommununa varuga við, at tað mangla neyðútgongdir. Bygdaráðsformaðurin í Kollafjarðar Kommunu, Hans Jacob Hansen, sigir tó, at hann ikki veit um nakað skriv, sum er komið til kommununa um hetta málið.
? Men vit hava tosað um neyðútgongdir á skúlanum á onkrum bygdaráðsfundum. Enn er tó ikki nakað gjørt, millum annað tí tað eisini hevur verið tosað um at byggja uppí skúlan.
Frits Joensen, sum eisini situr í bygdarráðnum, heldur, nú er ikki ráð at bíða meir við ikki at hava trygdina nóg góða.
Rýmingarvenjing
4. juni hevði skúlin í Kollafirði í samráð við sløkkiliðið á staðnum eina rýmingarvenjing í skúlanum. Hetta var ísamband við eina evnisviku, har 4. - 7. flokkarnir høvdu um fyrstuhjálp og bjarging. Allir flokkarnir vóru inni í skúlanum. Tá ið »eldur« kom í, settu sløkkiliðsmenninir eina roykmaskinum í gongd. Eldurin var soleiðis, at næmingarnir í 1. - 5. flokki, sluppu út gjøgnum trappurnar, meðan næmingarnir í 6. og 7. flokki vóru inanfyri eldin.
Allir sløkkiliðsmenninir vistu, at venjingin fór at vera, og teir, sum vóru upptiknir av øðrum, vóru tí ikki við í venjingini. Sjey av teimum 20 sløkkiliðsmonnunum møttu upp, harav vóru tríggir teirra longu á skúlanum, tá ið boðini um »eldin« komu. Ætlanin við venjingini varð at royna rýmingarvegirnar.
Sløkkiliðið hevði stigar við sær og teir 35 næmingarnir, sum vóru eftir inni, fóru út gjøgnum vindeyguni og vórðu leidd niður gjøgnum stigarnar. Tað gingu umleið 20 minnuttir frá tí »eldurin« varð fráboðaður til næmingarnir vóru komnir út. Men tá ið talt varð upp, funnu tey út av at tveir næmingar manglaðu (hesir høvdu fingið boð um at vera eftir inni, so roykkavarnir eisini kundu royna seg). Roykkavarar fóru síðani inn í skúlan at leita og eftir eini góðari løtu, komu teir út aftur við báðum næmingunum.
Neyðútgongdir
og roykávaringar
? Tað gekk hampuliga væl at fáa næmingarnar út gjøgnum vindeyguni og niður gjøgnum stigarnar, men boðini um at tað manglaðu tveir næmingar, komu so seint at tað gekk í so lang tíð at fáa hesar út, sigur Frits Joensen, sum umframt at vera skúlatænari og limur í bygdaráðnum eisini er leiðari fyri sløkkiliðnum í Kollafirði.
? Tað gekk eisini greitt fram, at brandtrygdin ikki er nóg góð á skúlanum. Neyðútgongdir og roykávaringar, er tað, sum mest er brúk fyri, sigur Frits.
Frits er tó samdur við Karini um, at hetta fyri so vítt ikki er nakað nýtt. Tey vistu hetta, eisini áðrenn venjingina.
? Men eg haldi tó, at tað er neyðugt at næmingarnir eisini fáa roynt rýmingarvegirnar, so tey eru betri fyrireikað, og tað kann ganga skjótari um veruligur eldur skuldi komið í bygningin.
Skuldi verið ornað
Kollafjarðar Skúli er í tveimum hæddum. Allir teir sjey flokkarnir hava síni flokshøli í aðru hædd. Tískil eru næmingarnir mest á hesi hæddini. Í venjingini 4. juni vóru bara tveir flokkar innilæstir av roykinum í skúlanum, og tað tók umleið 20 minnuttir at fáa teir næmingarnar út gjøgnum vindeyguni, umframt teir tveir, sum roykkavarar máttu inn eftir. Um illa skuldi staðið til í einum tílíkum føri og veruligur eldur skuldi komið í skúlan við trappurnar, so hevðið verið neyðugt at fingið allar teir 125 næmingarnar út gjøgnum vindeyguni.
? Á skúlanum eru vit ikki glað fyri at liva við støðuni, sum hon er. Tað hoyrir ongastaðni heima, at tað ikki eru neyðútgongdir ella roykávaringar í skúlanum. Hetta skuldi verið gjørt fyri langari tíð síðani, sigur Karin.
Hon vísir tó á, at skúlin er betong, og tí skuldi ein møguligur eldur ikki spreitt seg so skjótt. Men roykurin er eisini nóg vandamikil.
Eftirmetingin av venjingini er ikki heilt liðug enn. Ein samandráttur verður nú skrivaður, og kommunan verður eisini kunnað um niðurstøðuna.
Ómøguligt at uppfylla
Brunaumsjón Landsins er álagt regluliga at sýna bygningar, har nógv fólk kemur saman. Hetta umfatar millum annað bygningar sum verða nýttir til undirvísingarmál.
? Trupulleikin er, at Brunaumsjón Landsins ikki hevur orku, at gera alt, sum verður álagt. Sum einasta starvsfólk er hetta heilt ómøguligt, sigur Petur Olsen á Brunaumsjón Landsins.
Petur sigur, at Løgtingið hevur gjørt eina lóg, sum Landsstýrið ikki játtar pening til, og tí er ómøguligt at uppfylla hana. Síðst í 80- árunum vóru tvey starvsfólk á Brunaumsjónini, og tá gekk nógv betri og skjótari at loysa mál. Í dag hópa málini seg upp, og tað er heilt ómøguligt at orna alt, sum er álagt, sigur Petur.
Tveir møguleikar
Hann heldur seg minnast, at eitt av málunum, sum liggur, er um trygdina við Kollafjarðar Skúla.
Hann sigur, at tá ið skúlin er 30 ára gamal, er hann bygdur eftir teimum reglugerðum, sum vóru tá, og tí er hann ikki ólóligur, sjálvt um aðrar lógir eru komnar í dag.
Men hinvegin, so eigur skúlin at sýnast, og um neyðugt, so skulu eisini ábøtur gerast.
Kollafjarða kommuna hevur tveir møguleikar, heldur hann. Teir kunnu annaðhvørt biðja ein tekniskt útbúnan persón, sum kennir til lógirnar og sær, hvat er neyðugt at gera, og fáa hann at koma við tilráðing, ella kommunan kann heita á Brunaumsjón Landsins um at sýna bygningin.
Hans Jacob Hansen, bygdarráðsformaður sigur, at teir fara at seta seg í samband við teir neyðugu myndugleikarnar, men samstundis hava teir fakfólk, sum teir vilja gera brúk av, so nógv sum møguligt. Bygdarráðsformaðurin veit tó ikki enn, nær hetta málið verður tikið upp í bygdarráðnum.