Bagge sett liðið

Europa League: Hesir ellivu byrja inni fyri Víking í dag

Sámal Erik Hentze hevur sett liðið, sum í kvøld skal takast við lettiska Ventpils í 1. umfari í Europa League. Talan verður um teir somu ellivu, ið byrjaðu dystin móti TB.

 

Les eisini: Europa League dagur í dag

 

Víkingur: (4-2-3-1): Túri Géza Tamas - Bárður Hansen, Atli Gregersen (L), Erling Jacobsen, Gert Hansen - Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar - Andreas Lava Olsen, Filip Djordjevic, Hans Pauli Samuelsen - Finnur Justinussen

 

Fyri Víking er Hanus Jacobsen úti við fipur í baklærinum, meðan Sámal Jákup Joensen hevur brotið sær hondina. Annað enn tað, so eru allir menn tøkir, men tað hevur sett síni spor, at Víkingur hevur spælt nógvar dystir í seinastuni.

 

- Sølvi Vatnhamar hevur trupulleikar í baklærinum. Tað eru eisini einir tveir ella tríggir aðrir, ið hava somu trupulleikar, eftir at vit hava spælt so nógvar dystir, sigur Sámal Erik Hentze.

 

 

Mótstøðuliðið úr Lettlandi

Mótstøðuliðið hjá Víkingi er Ventpils úr Letlandi. Liðið hevur seinnu árini staðið seg væl í heimligu kappingini, har liðið hevur vunnið seks meistarheiti og seks steypasigrar. Í 2009 kom liðið eisini víðari til bólkaspælið í Europa League.

 

- Vit hava roynt at fingið tilfar um Ventepils, men tað hevur víst seg at verið torført. Tølini vísa, at talan er um eitt topplið, sum hevur vunnið fleiri meistaraheiti og steypasigrar. Í Evropa er liðið eisini komið víðari í fleiri førum. So hatta er eitt sterkt lið vit møta, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingur.

 

Veddingarfyritøkurnar hava Ventepils til favoritt, har tú fær pengarnar 1,36 ferðir aftur fyri ein heimasigur, meðan Víkingur gevur pengarnar sjey til níggju ferðir aftur.

 

Europa League 1. umfar:

Ventpils – Víkingur (16.00)

Levadia Tallin – HB (17.00)

NSÍ - Shakhtyor Soligorsk (19.00)