##med2##
Nú klokkan 16.15 byrjar U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Serbia við Djúpumýrar í Klaksvík.
- Vit eru væl fyrireikaðir til dystin, staðfestir U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik "Bagge" Hentze.
12. november í fjør megnaðu Føroyar ein flottan javnleik á útivølli móti Serbia. Tá var Stefan Radosavljevic, ið er føddur í Serbia ikki við, og hann er heldur ikki við í kvøld vegna leikbann. Tað harmar Bagga at skula vera ein so góðan spælara fyri uttan, men hann undirstrikar, at teir sum vera á vøllinum fara eftir at vinna, og harvið tryggja Føroyum triðja plássið í EM-undanbólki H.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Bagga í tíðindasendingina á døgurða.
FM1 sigur beinleiðis frá U21 EM-undankappingardystinum móti Serbia.