Bakaríið á Tvøroyri letur nú uppaftur

Tveir bakarar úr Havn koma suður at baka soleiðis, at bakaríið á Tvøroyri kann lata uppaftur

Herfyri frættist, at Bakaríið hjá Hans Olaf á Tvøroyri av serligum orsøkum var latið aftur. Av heilsuávum hevur tað tí ikki verið opið seinastu tíðina. Og tá talan er um einasta bakarí í oynni, so merkist tað væl.

Men nú letur bakaríið uppaftur, og tað verður við tveimum bakarum úr Mylnuni, sum fara suður at baka.

– Ja tað er rætt, vit fara suður at fáa bakaríið í gongd aftur, sum er steðgað upp, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS, sum eigur stóra bakraríið Mylnuna í Havn. 

SMS eigur eisini Bónus, sum hevur handil á Tvøroyri, og Bakaríið hjá Hans Olaf er veitari hjá Bónus og hjá øllum øðrum handlum í oynni við bakaravørum.

– So tað er eisini fyri at hjálpa okkara egna handli. Men vit fara eisini at selja til kappingarneytarnar hjá Bónus í Suðuri, sigur Niels Mortensen, sum leggur dent á, hetta fyribils bara er talan um, at bakrar úr Mylnuni fara suður at fáa bakaríið í gongd aftur.