Um middagsleitið legði nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrost, Bakkafossur, at bryggja á Glyvrum, og har varð skipað fyri stórum hátíðarhaldi við nógvum fýrverki og røðum.
Oddvør Jacobsen, kona Hans Jacobsen, sála, lýsti sigining yvir skipið og bjóðaði vælkomin. Síðani helt Regin Jacobsen, stjóri, røðu. Eisini Aksel V. Johannesen, løgmaður, helt røðu og beyð skipinum vælkomnum til landið og vísti á framburðin og burðardygd. Nevndarformaðurin í Bakkafrost, Rúni M. Hansen helt eisini røðu eins og borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen.
Tað var systir Regin Jacobsen, Annika Frederiksberg, sum doypti skipið, og sjampanjufløskan brotnaði í fyrsta høggi.
##med2##
Røðurnar vórðu hildnar innandura, tí tað regnaði illa. Men nú er turt á Glyvrum.
Bakkafrost hevur boðið til almenna móttøku við við røðum, tónleiki og ábiti, og sagt, at møguleiki verður at vitja umborð umframt at vitja virkið og høvuðssætið hjá Bakkafrost.
Nú millum klokkan 14:00 – 16:00 verður opið skip umborð á M/S Bakkafossi og opið hús á høvuðssætinum hjá Bakkafrost við ábiti, har øll eru hjartaliga vælkomin, hevur Bakkafrost boðað frá í tíðindaskrivi.
##med3##
Um M/S Bakkafoss
M/S Bakkafossur telist millum størstu tænastuskip í heiminum til alivinnu.
Skipið kann føra umleið 1.000 tons av livandi fiski, og hevur fleiri ymiskar møguleikar at veita tænastu til alivinnuna, millum annað viðgerð við feskvatni fyri laksalús og toknur, skiljing av fiski og aling á opnum havi. Skipið er 109m x 22m til støddar og er útgjørt við hybrid-skipan, ið merkir, at diesel motorar saman við battaríum tryggja umleið 20% sparing í orkunýtslu. Skipið er harafturat fyrireikað til lætt at skifta til 100% grøna orkuloysn, tá slíkar eru til taks á marknaðinum.
##med4##
##med5##
##med6##