Hálvársúrslitið hjá Bakkafrost fyri skatt var 309 milliónir ímóti 134 milliónum sama tíðarskeiði ífjør. Eftir skatt var úrslitið fyrra hálvár 252 milliónir ímóti 107 milliónum ífjør. Alideildin hevði framúr gott úrslit orsaka av góða laksaprísinum, meðan felagið framvegis missir fitt av peningi við framleiðsluni av liðugvørum. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist eisini sera væl.
– Annar ársfjórðingur royndist væl hjá okkum, serliga eru tað høgu laksaprísirnir sum síggjast aftur í úrslitinum. Eftirspurningurin eftir laksi er stórur og útboðið er ikki eins stórt og tað hevur verið, og hetta sæst aftur í hækkandi laksaprísum. Í løtuni missir Bakkafrost pening við at framleiða lidnar vørur í mun til um laksurin var seldur á spot marknaðinum, men av royndum vita vit at marknaðurin vendur og tá fara vit at vinna pening aftur við framleiðsluni av liðugvørum. Vit vita, at marknaðarviðurskiftini eru skiftandi, tí er umráðandi, at vit hugsa við framtíðini í huga fyri at virðisøkja sum mest og varðveita tey um 200 arbeiðsplássini í hesi deildini, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.
Úrslitið fyri 2. ársfjórðing 2013 var 227 milliónir fyri skatt og 184 milliónir eftir skatt.
Bakkafrost seldi tilsamans 10.540 tons av laksi og setti 1,8 milliónir smolt út í øðrum ársfjórðingi 2013.
Úrslitið frá primerum rakstri í øðrum ársfjórðingi hjá alideildini var 200 milliónir krónur í mun til 68 milliónir í sama tíðarskeiði í 2012. Orsøkin til hækkingina er hækkandi laksaprísur – tøkan av laksi var á leið tað sama.
Liðugvørudeildin hevði eitt undirskot frá primerum rakstri áljóðandi 42 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi, móti einum vinningi á 11 milliónir krónur fyri sama tíðarskeið í 2012. Orsøkin til laka úrslitið er, at rávøruprísurin á laksinum fyri liðugvørudeildina hækkaði skjótt í ársfjórðinginum, samstundis sum avtalaðu søluprísirnir fyri lidnu vørurnar ikki hækkaðu eins skjótt.
Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði eitt úrslit frá primerum rakstri á 25 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi 2013 í mun til 8 milliónir krónur í sama tíðarskeiði í 2012. Orsøkin er, at felagið hevur fingið hendur á væl meira rávøru í ár, bæði at nýta til laksafóður eins og at selja uttanlands sum mjøl og lýsi.
30. juni hevði Bakkafrost samtakið eina samlaða nettoskuld áljóðandi 786 milliónir krónur í mun til 807 milliónir við ársenda 2012. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir á 617 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 49%.
Bakkafrost hevur um 590 fulltíðarstørv, av hesum eru um 200 í liðugvørudeildini og 75 á Havsbrún.