Bakkafrost 725 fulltíðarstørv

Í 2015 seldi Bakkafrost fyri tilsamans 2,9 miljardir krónur, og fyritøkan gjørdi íløgur fyri 608 miljónir krónur.

Í 2015 seldi Bakkafrost fyri tilsamans 2,9 miljardir krónur. Fyritøkan gjørdi íløgur fyri 608 miljónir krónur, harav tvær stórar íløgur vóru í nýggja kryvji- og portiónsvirkið á Glyvrum og í smoltstøðina á Viðareiði.

 

- Nettoúrslitið fyri árið var 810 miljónir krónur. Vit vænta, at beinleiðis skatturin, sum felagið kemur at gjalda inn í landskassan í 2016, verður góðar 400 miljónir krónur.

 

Á aðalfundinum í dag segði nevndarformaðurin, Rúni M. Hansen, at tilsamans 950 starvsfólk vóru á lønarlistanum hjá Bakkafrost í desember 2015 - og fulltíðarstørv fyri árið vóru 725. Felagið kemur at gjalda 403 miljónir krónur út til parteigararnar í vinningsbýti.

 

Staðfestast kann, segði nevndarformaðurin, at tey, sum hava hildið fast í partabrævinum síðani skrásetingina og hava latið peningin arbeitt í felagnum, hava við vinningsbýtinum í dag fingið slakar 30 norskar krónur av teimum 31 norsku krónunum, tey keyptu partabrøvini fyri.

 

- Ella sagt á annan hátt: Tey, sum keyptu partabrøv fyri til dømis 10.000 krónur, hava fingið umleið 9.500 krónur aftur í beinleiðis vinningsbýti – og so sjálvsagt hækkanina í partabrøvunum aftrat hesum, segði Rúni M. Hansen.