Dánjal Vang, varaborgarstjóri
----------
Húsið, har góðskaðar laksavørur hava verið framleiddar, hevur staðið stongt í longri tíð.
Bakkafrost Processing hevur sett húsið í fullgóðan stand, so tað lýkur øll krøv, sum marknaðurin og myndugleikar krevja.
Nútímans tøkni er sett upp og farið er undir framleiðslu av luksus laksavørum, ið eru klárar at leggja í frystidiskin hjá teimum heilt stóru handilsketunum á kontinentinum.
Kári E. Jacobsen er Manager hjá Bakkafrost Processing og Jógvan Martin Hansen er formaður fyri deildina í Fuglafirði, har 30 fólk arbeiða.
Góðir møguleikar eru fyri at víðkað um framleiðsluna til tvær vaktir, so 60 fólk kunnu arbeiða á virkinum.
Eins og hini virkini í Fuglafirði, virkar Bakkafrost Processing lokalt og handlar globalt, tað sokallaða glokala hugtakið.
Bakkafrost samtakið brúkar Corporate governance – “tann góða leiðslan” av felagnum, so sum at fara væl um starvsfólk og kundar og vísa sosiala ábyrgd.
Alt má gerast til tess, so at virkið vinnur nógvan pening, men samstundis mennir teir menniskjaligu eginleikarnar.
Royndir vísa, at gert tú nógv við hesi bæði fyrr nevndu ting, so fær man eitt nógv betri úrslit, enn man hevði roknað við – tað sokallaða Human Ressource Management.
Tað verður arbeiði til nógvar hendur, um tað fer at gangast, sum leiðslan vil, og tað skapar trivnað og gleði í bygdini.
Fuglfirðingar vilja gera alt tað, ið teir eru mentir, so tað fer at gangast felagnum væl.
Bakkafrost Processing – vælkomin til Fuglafjarðar, takk fyri arbeiðsplássini, ið tit hava skapt og fara at skapa.