Bakkafrost yvirteknað heilar sjey ferðir

Tað gekk væl at selja partabrøv í P/f Bakkafrost í almennum útboði, nú felagið verður skrásett á Oslo Børs. Marknaðarvirðið svarar til 1,5 milliard norskar krónur Sølukursurin verður 31 norskar krónur fyri hvørt partabrævi, sum er hægsti kursurin í vegleiðandi kursleguni á 27-31 norskar krónur. Partabrøvini hjá Bakkafrost verða ætlandi skrásett á Oslo Børs fríggjadagin 26. mars 2010.

Almenna útboðið var sett saman av 2.608.065 nýggjum partabrøvum, ið felagið seldi og 18.645.271 partabrøvum, ið verandi partaeigarar seldu. Útboðið varð sjey ferðir yvirteknað.

Søluupphæddin fyri nýggju partabrøvini, ið felagið seldi, svarar til 80,85 milliónir norskar krónur.

- Vit eru sera væl nøgd við móttøkuna, ið Bakkafrost hevur fingið frá íleggjarum seinastu vikurnar. Vit eru fegin um tann stóra áhugan, sum bæði føroyskir og altjóða íleggjarar hava víst felagnum, og hava góðar vónir fyri framtíð felagsins, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

Oslo Børs hevur í dag góðkent skrásetingina av Bakkafrost treytað av, at tað sambært minstukrøvunum á Oslo Børs eru nóg nógvir partaeigarar í felagnum, tá ið felagið verður skrásett.

Bakkafrost væntar, at hesar treytir eru uppfyltar, tá ið nýggju partarbrøvini eru innskrivað eftir ætlan 25. mars 2010. Felagið væntar, at partabrøvini í Bakkafrost verða skrásett á Oslo Børs 26. mars 2010.

Partabrøvini verða handlaði undir frámerkinum ?BAKKA?.

Fráboðan um søluna og býtið av partabrøvunum verður send út um 25. mars, og partabrøvini verða væntandi flutt í goymslur hjá keyparum um 31. mars.

Flytingin av partabrøvum er treytað av, at gjaldstreytirnar lýstar í prospektinum dagført 4. mars eru yvirhildnar.

Tá ið nú útboðið er liðugt, hevur Bakkafrost 48.858.065 partabrøv. Marknaðarvirðið av felagnum svarar til umleið 1,514 milliardir norskar krónur.

Bakkafrost hevur eftir skrásetingina fleiri enn túsund partaeigarar fevnandi um ein breiðan skara av altjóða og føroyskum íleggjarum.

Føroya Banki og Nordea Markets hava verið høvuðsráðgevar í samband við skrásetingina. Carnegie ASA hevur eisini virkað sum ráðgevi. Advokatskrivstovan og Wiersholm hava verið løgfrøðiligir ráðgevar hjá Bakkafrost.