Flogbóltur
Tað gongur sum eftir ánni hjá Bartali Eliasen. Klárt á odda í landskappingini og nú á landsliðnum. Men tað er í tveimum ymiskum ítróttargreinum. Á odda í fótbólti og á landsliðnum í flogbólti. Men tey, sum kenna hann vita, at hann er knáur í báðum tveimum.
Tað er einki at dylja yvir, at fótbólturin hevur verið fyrsta ítróttargreinin hjá Bartali. Hann skifti til GÍ fyri nøkrum árum síðani, tí møguleikarnir vóru betri har, og tað er ikki ov nógv sagt, at hann hevur verið ein av týdningarmiklastu leikarunum á GÍ-liðnum, sum í løtuni liggur greitt á odda í landskappingini.
Hetta er eisini nakað, sum landsliðsvenjarin í fótbólti hevur sæð, um enn hann higartil bara hevur brúkt Bartal tvær ferðir í landsliðshøpi. Um fleiri fótbóltslandsdystir leggjast til má tíðin vísa, men við tí í huga, at Bartal bæði er skjótur og sterkur, so skuldi tað ikki undrað nakran.
Um veturin hevur tað verið flogbólturin, sum hevur staðið ovast á breddanum, og eins og við fótbóltinum í GÍ , hevur Bartal verið ein av dyggastu stuðlunum hjá ÍF, sum setti krúnuna á verkið, tá teir fyrr í ár vunnu bæði lands- og steypakappingina. Eitt bragd, sum ÍF ongantíð hevur framt áður.
Bóltdrongur í ?89
Hóast Bartal Eliasen skjótt er 25 ára gamal og hevur spælt flogbólt í nógv ár, hevur hann enn ongan landsdyst leikt fyri Føroyar. Boð hava verið eftir honum fleiri ferðir, men hvørja ferð hevur hann verið noyddur at geva avboð, tí kappingarnar hava ligið meðan fótbóltskappingin hevur leikað upp á tað harðasta. Men í ár var øðrvísi og tað er hann fegin um.
- Eg var bóltdrongur tá Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989. Ein partur av flogbóltskappingini varð leiktur á Kambsdali og tá fingu vit smádreingir til uppgávu at vera bóltdreingir. Og hóast eg fegin havi havt hug at verið við til aðrar kappingar, so hava tær allar ligið meðan landskappingin í fótbólti hevur verið. Tí havi eg verið noyddur at geva avboð, sigur Bartal.
Í ár var so eitt undantak. Oyggjaleikirnir hesaferð liggja meðan fótbóltsleikararnir eru í summarfrí og Bartal hevur sett sær fyri at brúka ein part av síni summarfrí við flogbólti á Isle of Man.
- Eg havi avtalu við felagið um at eg kann fara og tá tað er í lagi, so haldi eg, at eg eigi at gera mítt til at Føroyar fáa eitt gott úrslit í flogbóltskappingini.
Málið er gull
Eins og onnur hevur Bartal fest seg við, at nógvir nýggir landsliðsleikarar eru við hesaferð. Sjálvur skal hann spæla sín fyrsta landsdyst á Isle of Man, men kortini er hann ein av teimum royndu á liðnum.
- Við at hyggja at nøvnum síggja vit, at eingin Mjølnir leikari er við á landsliðnum, meðan ÍF, sum gjørdist meistari, bara hevur tveir leikarar við. Orsøkin er, at annað er komið ímillum, og tá eg havi møguleikan at fara, so haldi eg tað ikki vera rætt av mær at geva avboð enn einaferð, greiðir Bartal frá.
Spurdur, hvørjar vónir hann hevur fyri manslandsliðnum á Isle of Man, svarar Bartal beinanvegin, at tá liðið fer við, so er tað sjálvandi fyri at vinna. Tað er ikki vist, at tað eydnast, men tað eigur í hvussu er at vera málið.
- Sjálvandi eiga vit at hava í huga, at liðið er nógv øðrvísi hesaferð, men hóast nógvir av teimum royndu leikarunum ikki eru við meira er liðið framvegis gott, og málið eigur í hvussu er at vera, at fáa heiðursmerki, sigur Bartal Eliasen at enda.