Bakur og Stelkur langan túr

Skipini, sum hendan túrin hava roynt tað mesta av 14 døgum, fara nú á beding og verða væntandi klár at loysa aftur um eina viku ella so. Í gjár landaðu ísfiskatrolararnir Bakur og Stelkur í Saltangará. Skipini, sum høvdu roynt tað mesta av 14 døgum, høvdu umleið 210.000 pund av upsa tilsamans.

Upsafiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis vánaligur, og á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará vita tey ikki við vissu, nær næstu skipini koma inn at landa.

- Væntandi verður tó onkur ísfiskalanding aftur seinni í hesi vikuni, siga tey í Saltangará.

Sum skilst, fara Bakur og Stelkur nú á beding á Skála, har botnurin skal reinsast og smyrjast.

Skipini verða væntandi klár at loysa aftur um eina viku ella so.