19 ferðafólk doyðu, tá ein ballón datt niður niður í Egyptalandi. Reuters skrivar, at vanlukkan var nærhendis Konganna Dali. Tað almenna egyptiska sjónvarpið sigur, at eitt ferðafólk og ballónskiparin sluppu við lívinum.
Sambært tíðindunum vóru ferðafólkini í Bretlandi, Fraklandi, Japan og Hongkong.
Myndugleikarnir halda, at vanlukkan stóðst av einari gassspreinging, tá ballónin var 300 metrar uppi. Eldur kom í ballónina, sum datt niður vestan fyri býin Luxor.
Ballónferðir eru sera væl umtóktar millum útlendsk ferðafólk, sum fara til Egyptalands at hyggja at søguligum støðum so sum Konganna Dali, skrivar Reuters.