Ball-stempling skal umrøðast

Enska fótbóltssambandið fer í dag at gera av, hvørt Michael Ball hjá Manchester City skal fáa leikbann. Dómarin legði ikki til merkis hendingina, tá Ball traðkaði á ein liggjandi Cristiano Ronaldo í grannauppgerðini móti Manchester United. Sjónvarpsmyndirnar lótu tó ongan iva verða um, hvat gekk fyri seg, og tí er væl hugsandi, at talan verður um drúgt leikbann fyri verjuspælaran.