Ballack til Chelsea

Sambært týskum miðlum komu týski landsliðsskiparin, Michael Ballack, og enska stórfelagið Chelsea í gjár ásamt um ein fýra ára sáttmála.

Ballack hevur leingi verið eitt mál hjá Chelsea, og nú sáttmálin hjá honum við Bayern Munchen gongur út í summar, kann enska meistaralið fáa týska miðvallaran uttan at gjalda samsýning til týsku meistararnar.
Hinvegin meta bæði týskir og enskir miðlar, at sáttmálin við Ballack kostar Chelsea umleið 300 milliónir krónur fyri tey fýra árini.