Balling longt um sáttmálan

Fyrrverandi NSÍ-leikarin, Ulrik Balling, hevur verið eitt av heilt fáu ljóspunktunum hjá Vejle BK í hesum kappingarárinum.

Vejle liggur í løtuni til niðurflyting í donsku superliguni, men Balling hevur verið ein av størstu grundunum til, at Vejle enn hevur ein møguleika at yvirliva í Superliguni. Hann hevur skotið 7 mál, og nú hava hann og Vejle valt at leingja um sáttmálan við tveimum árum. – Vit eru sera glaðir fyri at hava longt um sáttmálan við Balling, tí hann hevur verið ein av okkara týdningarmestu leikarum í ár, sigur Henrik Tønder, stjóri í Vejle.