Fyri nøkrum árum síðani varð italski Mario Balotelli spáddur eina glæsiliga fótbóltsframtíð. Evnini við bóltinum vóru eyðsýnd, men fótbóltur snýr seg um meira enn bara evnir. Sinnalagið hjá Balotelli hevur ikki staðið mát við fótbóltseginleikarnar, og mangan hevur hann skapt trupulleikar fyri seg sjálvan í teimum nógvu feløgunum, sum hann hevur umboðað, hóast framherjin bert er 25 ár.
Seinasta kappingarár varð Balotelli útleigaður til AC Milan, har hann skoraði eitt mál í 20 dystum. AC Milan hevur ongar ætlanir um at keypa leikaran, og tískil er hann endaður aftur í Liverpool, sum eigur Balotelli. Har væntast áleyparin tó eiheldur at hava eina framtíð, og nú røkist fyri, at hann skal spæla við Besiktas í Turkalandi.
- Eg havi bjóðað Mario til Besiktas, og eg bíði eftir svari frá felagnum. Eg eri tó rættiliga sannførdur um, at handilin verður til nakað, tí at forseti felagsins hevur longu givið mær sítt orð uppá, at hann vil gera alt í hansara makt fyri, at Balotelli kemur til felagið, sigur Mino Raiola, sum er umboðsmaðurin hjá Balotelli.
Hóast sín lutfalsliga unga aldur hevur Balotelli longu umboðað fleiri stórfeløg. Inter, Manchester City, Liverpool og AC Milan hava øll havt hann á lønarlistanum, men nú er líkt til, at italiumaðurin fer ein stiga niður í yrkisleiðini.
Mario Balotelli hevur spælt 33 landsdystir fyri Italia, men er ikki úttikin til landsliðið, sum í hesum døgum luttekur í EM-endaspælinum í Fraklandi.