Nevndarformaðurin í einum av teimum størstu bankunum í Kina hevur fingið sekkin, tí myndugleikarnir hava illgruna um, at hann hevur verið uppi í korrupsjón.
Zhang Enzhao gjørdist nevndarformaður í China Constructing Bank ftyri trimum árum síðani, eftir at undanmaður hansara var funnin sekur í sviki. Nú vilja myndugleikarnir vera við, at Zhang eisini hevur svikað.
Eygleiðarar í Beijing siga, at gølan kemur myndugleikunum illa við. Kinesiska stjórnin hevur sett nógvar pengar í landsins bankar fyri at fáa útlendskar íleggjarar at vísa teimum áhuga, og ætlanin var, at China Constructing Bank skuldi skrásetast á virðisbrævamarknaðinum seinni í ár. Ætlanin hjá stjórnini var at fáa einar 25 milliardir krónur burtur úr skrásetingini, men nú er ivasamt, hvussu verður við tí, skrivar AP.