- Hvar fara hesir upplýsingarnar um børnini og er hetta yvirhøvur neyðugt, spyr Elin Michelsen, brúkari.
Altjóða reglur móti hvítvasking og fígging av yvirgangsvirksemi, eru eisini galdandi í Føroyum. Fyri bankarnar merkir hetta m.a., at bankarnir hevur sett í verk ymsar mannagongdir, ið tryggja, at lóggávan verður hildin.
Fyri teg sum kunda merkir hetta, at tú verður biðin um at lata bankunum avrit av samleikaprógvi, og at útfylla eitt oyðublað.
Og tað er eisini galdandi fyri børn.
Elin Michelsen, brúkari, skrivar á Facebook, at nú hevur hon aftur fingið bræv frá bankunum um, at avrit av passunum hjá børnunum skulu til bankan áðrenn 23. November – annars verður kontan stongd.
- Eg má siga, at hett bíður mær so nógv ímóti. Eg veit væl um altjóða bankareglur, men samstundis haldi eg tað vera óhugnaligt, at eingin setur spurnartekin við, hvar hesir upplýsingarnar fara, hvør fær atgongd til teir og um tær yvirhøvur eru neyðugar í Føroyum, sigur Elin Michelsen.