Bankasøga og Føroyasøga út í bók

Hósdagin var bókin um Føroya Banka og Sjóvinnubankan, sum Jørn Astrup Hansen og Jóan Pauli Joensen hava skrivað, løgd fram í gamla Føroya Banka í Tórsgøtu í Havn

BANKASØGA

Hósdagin var ein hugnalig samkoma í Tilhaldinum í Tórsgøtu í sambandi við, at Føroya Banki gav út bók í sambandi við 100 ára dag bankans.
Tað eru teir báðir, Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi bankastjóri og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur og rektari á Fróðskaparsetri Føroya, sum hava skrivað bókina, sum bæði er søgan um báðar bankarnar, sum fyri 13 árum síðani blivu til Føroya Banka og um Før­oya søgu farnu 100 árini.
Føroya Banki varð stovn­að­ur í 1906 og byrjaði í Niels Fin­­sens­gøtu í húsunum, har Simme Musikkhús helt til í fleiri ár. Men longu sama ár­ið kundi bankin flyta inn í nýggju og stásiligu bank­a­húsini í Tórsgøtu, sum nú hýsa Tilhaldinum. Tí valdi bankin at leggja bókina fram júst í hesum hølum.
Sjóvinnubankin varð stovn­­að­­ur í 1932, og hann hevði sítt høvuðssæti niðri í Gongini til hann í átt­a­ti­ár­unum flutti niðan í Hús­a­gøtu oman fyri SMS, har Føroya Banki nú hevur sítt høvuðssæti.
Á samkomuni í Til­hald­i­num upplýsti Janus Pet­er­sen, bankastjóri, at bank­a­húsini kosta 60.000 kr at byggja í 1906.
Jørn Astrup Hansen hev­ur skrivað fyrr partin av bókini, sum snýr seg um søguna hjá teimu báðum bankunum.
- Jørn Astrup Hansen hev­ur innlit sum fáur. Tí var tað so upplagt hjá okkum at heita á hann um at skriva hendan partin av bókini, segði Janus Petersen.
Seinna partin, sum lýsir Føroya søgu hesi 100 árini, hevur Jóan Pauli Joensen skrivað.
- Hesin partur er sera áhugaverdur, og vit vóna, at hetta tilfar kann brúkast í undirvísingini í skúlunum, segði Janus Petersen.
Bankastjórin tosaði eisini um nýggju kósina, nú bank­in skal privatiserast. Men Jan­­us Petersen helt tað var sera um ráðandi at fortíðin ikki verður gloymd.
Jørn Astup Hansen segði, at hetta var hansara máti at kvittera og takka fyri sína tíð í Føroyum. Hann vísti á, at tað eisini er sera umráðandi, at vit skriva søguna, meðan vit enn minnast hanna.
- Tað ber eisini til at skriva søguna, tá vit øll hava gloymt hana, men mær dámar betur hendan mátan, hóast tað kanska kann verða eitt sindur subjektivt, segði hann.
Jørn Astrup Hansen gjørdi eisini greitt, at hetta var søgan soleiðis sum hann hevur valt at skriva hana.
Hann vísit m. a. á tíðina undir øðrum heimsbardaga, tá Føroyar, sum partur av danska ríkinum, hevði egnan valuta. Hetta helt hann verða rættuliga áhugavert - og segði speiksliga við Bárð Nielsen, fíggjarmálaráðharra, sum var hjástaddur, at tað var tá, at vit skuldu havt ein landsbanka. Hann segði, at tað var óhoyrt, at tað bar til, at ein partur av einum ríki hevði egnan valuta.
Jóan Pauli Joensen vísti á, at hann hevur brúkt áður skrivað tilfar, sum hann hevur samanskrivað til bókina eftir egnum høvdi. Hann helt fyri, at arbeiðið hevði gingið stak væl, og at talan í veruleikanum var um tvær bøkur í einari.
Hann segði, at hetta er ein bók, sum øll skulu kunna lesa.
- Hon er kanska eitt sindur politisk. Nógv er slíkt, sum kemur aftur, eitt nú tað, at føroyingar hava dugað so illa at tikið støðu, segði hann.
Jóan Pauli Joensen vísti eisini á, at tað var sera áhugavert at skriva um, hvussu føroyingar hava livað og hvussu teir hava búð.
Alt í alt helt Jóan Pauli Joensen, at talan var um eina góða bók, sum er eitt gott yvirlit yvir Føroya søgu í 20. øld. Men hann gjørdi kortini greitt, at hann ongantíð var heilt nøgdu við eina bók - og tá eigur man heldur ikki at vera!