Tá Føroya Banki fyri stuttm hátíðarhelt 100 ára dagin við gallakvøldum kring landið, var ein partur av skránni ein filmur, sum var gjørdur um søguna hjá bankanum. Nú ber til hjá øllum áhugaðum at síggja filmin á alnetinum, tí Føroya Banki hevur lagt filmin í fullari longd á heimasíðu sína. Í filminum verður greitt frá, hvussu Føroya Banki varð stovnaður í 1906, og hvussu Sjóvinnubankin kom í 1932. Greitt verður eisini frá truplu fimtiárunum, tøkniligu menningini í sjeytiárunum og áttatiárunum og gongdini seinastu 15 árini. Kovboyfilm við Hans Petur Hansen og Thomas Koba hevur staðið fyri upptøkum og redigering. Filmurin byggir í høvuðsheitum á bókina um bankarnar, sum Jørn Astrup Hansen og Jóan Pauli Joensen hava skrivað. Bókin kemur út fyri jól.