Tá stórar kreppur taka seg upp, floymir almenna orðaskiftið yvir við spurningum um, hví tær komu í. Soleiðis er eisini, nú Finansiel Stabilitet hevur yvirtikið Eik Banka. Mangt verður staðfest, meiri verður spurt, og uppaftur meiri verður svarað komandi tíðina.
Men ávaringarlampurnar kring Eik Banka hava seinastu mánaðirnar blunkað fyri eygunum á teimum, ið hava hugt. Føroyskir fjølmiðlar hava skrivað atfinningarsamt um støðuna í bankanum, og tað hevur eisini Jyllands-Posturin, sum 2. september í ár undraðist á, at Eik Banki yvirhøvur fekk frið fyri Fíggjareftirlitinum og Finansiel Stabilitet.
Í grein, sum journalisturin Thomas G. Svaneberg skrivaði á vinnusíðunum í Jyllands-Postinum hendan dagin, settu átta bankastjórar fram dulnevndar skuldsetingar um, at Eik Banki fekk serviðgerð av politiskum orsøkum. Greinin kallaðist "Særpræget særbehandling" og róði framundir, at eisini Amagerbankin varð viðfarin ov lagaliga.
»Krakker Amagerbanken, vil det blandt andet få store konsekvenser for det københavnske ejendomsmarked. Og skal Eik Banki gennem en opslidende lukning, skal den danske regering gennem en tilsvarende opslidende debat med de færøske vælgere, og måske kan en lukning ligefrem ødelægge det spirende opsving på Atlanterhavsøerne,« skrivaði Thomas G. Svaneberg.
Skjót viðgerð
Hetta var orsøkin til, segði hann, at Eik Banki og Amagerbanken høvdu fingið serviðgerð í sambandi við teirra umsóknir um at fáa statsveðhald úr Bankapakka II, ið Fíggjareftirlitið umsitur. Danski journalisturin styðjaði seg til útsagnirnar hjá átta dulnevndum bankastjórum, ið ikki skiltu, hví Eik fekk statsveðhald.
Eik Banki kunngjørdi 17. mars, at hann hevði fingið statsveðhald úr Bankapakka II á 9,1 mia. kr. Avtalan var gjørd við Finansiel Stabilitet. Hon hevði við sær, at kreditorarnir kundu læna bankanum 9,1 mia. kr. og vita, at staturin veðhelt fyri pengunum. Pengarnir skuldu brúkast at endurfíggja lán, ið fullu til gjaldingar í 2010 og 2011, og annars at styrkja um gjaldførið.
»Den store kaution fik allerede i marts naboerne i de danske banker til stilfærdigt at antyde, at der måtte ligge politiske motiver bag,« skrivaði Jyllands-Posturin 2. september. »For det første havde Eik Banki fået en meget hurtig sagsbehandling, for det andet var garantien på 9 mia. kr. meget stor, og for det tredje havde de færøske selskabsmyndigheder tidligere givet hovedaktionæren en venlig behandling.«
Illgrunin hjá dulnevndu bankastjórunum gjørdist ikki minni, tá roknskapurin hjá Eik grunninum fyri 2009 gjørdist tøkur eftir summarfrítíðina. Grunnurin skrivaði, at hann hevði bundið seg til at veita Eik Banka kapital, um tað gjørdist neyðugt. Hetta undraði bankastjórarnar sáran, tí ognirnar í grunninum vóru fyri tað mesta partabrøv í Eik Banka, og spurningurin var tí, hvørjum grunnurin yvirhøvur kundi veita trygd við.
Hamarin fellur
Stjórin í Finansiel Stabilitet, Henrik Bjerre Nielsen, segði fyrr í ár við Børsen, at tá Finansiel Stabilitet veitti Eik Banka statstrygdina, hevði felagið einans atgongd til roknskapin hjá Eik grunninum fyri 2008. Men hetta hildu bankastjórarnir ikki nógv um, tí felagið hevði frammanundan fleiri ferðir fingið atgongd til ógrannskoðaðar roknskapir í sambandi við nýggjar avtalur.
Men so fekk Finansiel Stabilitet atgongd til roknskapin fyri 2009 og vildi hava grunnin at greiða frá, hvussu hann kundi liva upp til sína trygd mótvegis Eik Banka, tá eginognin var 835 mió. kr., samstundis sum partabrøvini hjá grunninum í Eik Banka vóru bókførd til 703 mió. kr. Fyrst í september væntaði Jyllands-Posturin ikki, at hesir spurningar yvirhøvur fóru at fáa nakra avleiðing fyri Eik Banka.
Men 27. september brast so bumban. Fíggjareftirlitið setti tummilskrúvurnar á Eik, og um hann ikki fann góðar tvær milliardir krónur innan 57 tímar, varð hann avtikin sum sjálvstøðugur banki og endaði undir Finansiel Stabilitet. Tað megnaði Eik Banki ikki, og spurningurin er so, um dulnevndu bankastjórarnir við sínum pástandum í Jyllands-Postinum óbeinleiðis trýstu Fíggjareftirlitið at taka endaliga stigið ímóti Eik Banka.
Um tað kann bara gitast.
------
FAKTA
Jyllands-Posturin var ikki einasta blaðið, sum 2. september í ár fanst at statstrygdini til Eik og støðuni hjá Eik grunninum. Blaðið Arbejderen skrivaði soleiðis sama dag:
»Den danske stat har givet den dansk-færøske bank Eik Bank en statsgaranti på 9,1 milliarder kroner, som banken nu kan gå ud og optage et treårigt lån for. Til gengæld har staten fået et løfte om, at bankens storaktionær vil skyde penge i banken, hvis der opstår problemer. Det problem er der sådan set allerede. For bankens storaktionær, den færøske fond EIK Grunnurin, har nemlig ingen penge.«