Tað skal loysa seg at hava øll síni peningaviðurskifti í BankNordik. Og meira tú engagerar teg í bankan, størri verða fyrimunirnir.
Tað er leisturin, nú BankNordik bjóðar kappingarneytunum av.
Lægsta bústaðarrentan verður 4,75 prosent, og sonevnda bidragið á realkredittlán lækkar úr 1,9 prosentum niður í 1,7 prosent.
Nýggja tilboðið nevnir bankin fyri Nordik360. Um tilboðið sigur bankin í tíðindaskrivi:
- Hornasteinurin í Nordik360 er, at jú fleiri fíggjarviðurskifti kundar savna í BankNordik, tess fleiri fyrimunir og betri rentur fáa teir. Umframt at veita kundum betri treytir gevur Nordik360 eisini betri yvirlit og betri heildarráðgeving, av tí at kundar kunnu stovna allar tryggingar og bankatænastur teimum tørvar undir somu lon.
Bankin upplýsir, at lægstu bústaðarrenturnar í Nordik360 vera millum 4,75% og 5,50%. Millum ókeypis tænasturnar eru m.a. Netbankin og MasterCard. Sum dømi nevnir bankin, at eitt húski, ið t.d. hevur bústaðarlán á 1,5 mió., lønarkontu, pensjónskontu, virðisbrævagoymslu og tryggingar gjøgnum BankNordik kann spara meira enn 1.000 krónur um mánaðin við Nordik360.