Seljarin er Fíggjarligt Støðufesti, sum eftir yvirtøkuna av virkseminum í gamla Amagerbanken hevur skilt teir sunnu partarnar burtur úr og sett teir til sølu í eini skipaðari sølutilgond.
Áhugin hjá BankNordik fyri at taka yvir sunnu partarnar av Amagerbanken er í samsvari við strategi bankans um vøkstur, sum hevur verið leiðregla fyri sterku menning bankans seinnu árini. Strategiin byggir á eitt tætt samband við kundarnar, stramma stýring á kredittøkinum umframt at dentur verður lagdur á lønsemi í øllum virksemi. BankNordik keypti í fjør níggju deildir frá Sparbank í Jyllandi og á Fyn umframt tríggjar deildir í Grønlandi.
– Vit vilja fegin víðka virksemið í Danmark enn meira. Fremst av øllum ígjøgnum natúrligan vøkstur, men vit hava eisini hildið eitt vakið eyga við møguleikanum fyri at yvirtaka áhugavert virksemi, sum hóskar til tann háttin, vit ynskja at reka banka. Eins og Amagerbanken leggja vit dent á góða kundatænastu og tøtt sambond við lokala marknaðin, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.
Hendan møguliga íløgan hjá BankNordik verður lutvíst fíggjað við egnum peningi og lutvíst við at styrkja bankans longu frammanundan sterka kapitalgrundarlag. Bankin hevur samskift við útvaldar stovnsligar íleggjarar, sum stuðla undir íløguna og hava givið bindandi tilsøgn um at veita hybridkapital til ein munandi part av fíggingini av keypinum.
- Við einum solvensprosenti á 17 við ársenda 2010 er BankNordik ein av sterkastu bankunum í Norðurlondum, og bankin hevur í eitt langt áramál víst gott lønsemi, vísir stjórin á.
Við atliti til sølutilgongdina vil bankin ikki siga meira um støddina og treytirnar á boðnum
– Tí kann BankNordik, sum nú er, ikki greina fíggjarligu, handilsligu og fyriskipanarligu avleiðingarnar, sum kunnu væntast at standast av einum møguligum keypi. Fíggjarligt Støðufesti hevur ætlanir um eina skjóta viðgerð av innkomnu tilboðunum og avgerð um keypið, sigur Janus Petersen.