Henrik Lind hevur selt danska felagið Danske Commodities, ið av donskum miðlum verður kallað hansara lívsverk, til norska oljufelagið Equinor, ið er nýggja navnið hjá oljufelagnum Statoil. Keypsprísurin er umleið tríggjar milliardir krónur. Tað skrivar danski miðilin Finans.dk.
Finans.dk upplýsir, at prísurin kann broytast alt eftir gongdini hjá felagnum næstu árini, umframt at Henrik Lind hevur bundið seg til at halda fram í felagnum í eitt ár aftrat.
Í Føroyum er Henrik Lind best kendur sum stjóri í Lind Invest, ið sambært roknskapinum hjá bankanum fyri 2017 eigur 12 prosent av partabrøvunum í BankNordik. Saman við Fíggingargrunninum frá 1992, ið eigur 33 prosent av partabrøvunum, eru teir einastu íleggjarar, ið eiga meira enn fimm prosent av partabrøvunum og mugu sostatt upplýsast í roknskapinum.
Henrik Lind stovnaði Danske Commodities í 2004. Felagið hevur høvuðssæti í Aarhus og tekst við handil innan el og gass í 37 londum.