Ein bólkur av íleggjarum bjargar trongstadda flogfelagnum SAS frá húsagangi.
Í bólkinum av íleggjarum eru íleggjarafelagið Castlelake, flogfelagið Air France KLM, Lind Invest, við danska vinnulívsmanninum Henrik Lind, sum var stóreigari í BankNordik, og danska statinum.
Tað upplýsir SAS í tíðindaskrivi stutt fyri ein tíðindafund í høvuðssætinum hjá SAS í Stokkhólmi.
Tilsamans seta íleggjarar 12,9 milliardir svenskar krónur í SAS, sum er meira enn góðar níggju milliardir, sum flogfelagið upprunaliga fór eftir fyri at koma úr Chapter 11-tilgongdini, sum felagið er í.
Sambært tíðindaskrivinum fer danski staturin at økja sín ognarlut frá núverandi 21,8 prosentum til 25,8 prosent.
Saman við Danmark verður altjóða íleggjarafelagið Castlelake stóreigari í SAS. Castlelake fer athava ein ognarlut upp á 32 prosent, og harvið tann størsti parturin í SAS.
Flogfelagið Air France KLM fer at standa fyri umleið 20 prosentum, meðan Lind Invest fer at eiga sløk níggju prosent.
Í juli 2002 fór SAS til ein amerikanskan konkursdómstól og bað um at fáa setta í gongd eina konkursverju, eina sonevnda Chapter 11-tilgongd.
Endamálið var at verja felagið ímóti kreditorum, sum vildu hava sína pengar alt fyri eitt, meðan SAS leggur um.
Dómstólurin góðkendi ætlanirnar hjá SAS um at finna nýggjar eigarar.
Samstundis hevur SAS bløtt milliardir og hevur verið hildið á lívi við millum annað milliaradalánum frá kapitalgrunninum Apollo Global Management og eini tilsøgn frá danska statinum um at vera opin fyri at økja sín ognarlut.
Málið hjá SAS hevur verið at finna nýggjan kapital upp á minst 9,5 milliardir svenskar krónur í felagið.
Tað hava áður verið gitingar um, at Apollo fór at vera ein av heilt stóru partaeigarunum í SAS, tá kapitalgrunnurin áður hevur boðað frá, at hann fór at konvertera lán, sum SAS tók í sambandi við konkursverjutiltgongdina.
Smálutirnir í nýggju avtaluni millum nýggju eigararnir og SAS eru enn ikki komnir upp á pláss, skrivar flogfelagið.
Harumframt skal hetta góðkennast sum ein partur av Chapter 11-tilgongdini.
/ritzau/