BankNordik – rættið mistakið!

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Runavíkar kommuna
----
Fráboðanin í gjár um ætl­an­ina hjá BankNordik at stongja kassaavgreiðsluna í Salt­a­ng­ará - ta einastu hjá bankanum í Eyst­ur­oynni - hon er heilt ó­skiljandi og eigur at verða tikin upp til nýggja viðgerð í bankanum, har leiðslan so rættar mistakið og letur avgreiðsluna framhaldandi verða opna.
Væl veit eg, at vit liva í eini talgildari verð, og at menningin á hesum økinum gongur skjótt. Hendan menn­ing gevur nýggjar møgu­leik­ar og avloysir mang­an sið­bundnar manna­gongdir. Hetta er eisini í lagi, men altíð eiga heildar­met­ingar at verða gjørdar, soleiðis at atlit verða tikin til, hvat nú einaferð er besta loysnin. Og her er tað, at eg meti, at BankNordik í hesi ætlan mistekur seg, tí hetta kemur hvørki at gagna kundanum ella bankanum, og hvat er so vunnið? Er endamálið hjá bankanum tá nátt?
Tað, sum hendan ætlanin kemur at bera við sær er m.a.:

• Versnandi tænastu - vit missa jú eina tænastu
• Persónliga samskiftið við kundan versnar
• Misnøgdar kundar
• Kundar fara at skifta til annan peningastovn

Til hetta málið finst bert ein røtt og góð loysn, og hon er, at kassaavgreiðslan framhaldandi verður opin.
Veljið tað røttu og góðu loysnina!