Ein bilførari í Australien hevur fingið bót fyri at binda ølkassan í bilbeltið í staðin fyri fimmára gamla dreingin, sum var við í bilinum Løgreglumaðurin, Wayne Burnett, segði, at hann var skelkaður og forfardur um raðfestingina hjá bilføraranum, tá hann steðgaði bilinum á høvuðsvegnum sunnanfyri Alice Springs.
Teir 30 øldunkarnir vóru íbundnir bilbeltið, meðan drongurin sat leysur á bildúrkinum.
Eg havi ikki sæð nakað líknandi fyrr. Har vóru fýra vaksin í bilinum umframt dreingin, tvey í forsetrunum og tvey aftanfyri. Og millum tey var íbundni ølkassin, meðan drongurin sat á dúrkinum, segði Burnett.
Bilførarin fekk 3600 krónur í bótkoyra í einum óskrásettum og ikki tryggjaðum bili og fyri ikki at syrgja fyri, at barnið var bundið í bilbeltið.
Politiovastin í Alice Springs, Sean Parnell, var eisini skelkaður av hendingini.
Hetta minnir okkum øll á, at vit skulu koyra við bilbelti og hava ábyrgd fyri, at øll bilinum eru íbundin bilbelti, segðihann í einum tíðindaskrivi. Tað skrivar Sky News