Bara 13 í samgonguni stóðu saman

Tá á stóð í Løgtinginum í dag vóru tað bara 13 av teimum 18 í samgonguflokkunum og Sjálvstýrinum, sum stóðu saman

Tað var greitt fyri tingfundin, at bæði Annika Olsen og Johan Dahl fóru at atkvøða við andstøðuni, eftir at tað miseydnaðist hjá Fólkaflokkinum at koyra Anniku Olsen úr Løgtinginum. Men tað vóru kortini hvørki Johan Dahl ella Annika Olsen, sum vóru tungan á vágskálini, tí úrslitið av teimum báðum atkvøðugreiðslunum var í báðum førum, at bara 13 atkvøddu í móti. Tað vóru fýra ov lítið, um máið skuldi fellast.

 

Umframt Anniku Olsen, so atkøvddi Erhard Joensen fyri seinna málinum. Hann møtti ikki í tingsalinum til fyrru atkvøðugreiðsluna.

 

Kristin Michelsen helt seg eisini uttanfyri við báðar atkvøðugreiðslunar og atkvøddi ikki.

 

Niðanfyri kann lesast, hvussu tingfólk greiddu atkvøðu í teimum báðum málunum um sammøður, sum vóru samtykt í dag.

 

 

 

3. viðgerð LM-013/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Sammøður javnsettar við pápar)

 

Uppskotið samtykt (17 - 1 - 13)

 

Hesi atkvøddu fyri málinum:

 

  1. Annika Olsen, Fólkaflokkurin
  2. Bjarni Kárason Petersen, Framsókn
  3. Ruth Vang, Framsókn
  4. Aksel Vilhelmson Johannesen, Javnaðarflokkurin
  5. Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin
  6. Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin
  7. Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin
  8. Henrik Old, Javnaðarflokkurin
  9. Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin
  10. Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin
  11. Johan Dahl, Sambandsflokkurin
  12. Beinta Løwe Jacobsen, Tjóðveldi
  13. Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
  14. Hervør Pálsdóttir, Tjóðveldi
  15. Høgni Hoydal, Tjóðveldi
  16. Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi
  17. Sirið Stenberg, Tjóðveldi

 

 

 

Hesi atkvøddu ímóti:

 

  1. Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin
  2. Christian Andreasen, Fólkaflokkurin
  3. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin
  4. Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin
  5. Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin
  6. Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin
  7. Uni Rasmussen, Fólkaflokkurin
  8. Bill Justinussen, Miðflokkurin
  9. Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin
  10. Edva Jacobsen, Sambandsflokkurin
  11. Frimodt Rasmussen, Sambandsflokkurin
  12. Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin
  13. Jaspur Langgaard, Sambandsflokkurin

 

 

 

Blankt atkvøddi:

 

  1. Rósa Samuelsen, Sambandsflokkurin

 

 

 

Møtti ikki í tingsalinum, atkvøddi ikki:

 

  1. Kristin Michelsen, Sjálvstýrisflokkurin
  2. Erhard Joesen, Sambandsflokkurin

 

 

 

Seinna málið:

 

3. viðgerð LM-015/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um børns retsstilling, lov om arvelov, lov om forældremyndighed og samvær og lov om anerkendelse af nordiske faderskabsafgørelser (Sammóðir)

 

 

 

Uppskotið samtykt (18 - 1 - 13)

 

Hesi atkvøddu:

 

  1. Annika Olsen, Fólkaflokkurin
  2. Bjarni Kárason Petersen, Framsókn
  3. Ruth Vang, Framsókn
  4. Aksel Vilhelmson Johannesen, Javnaðarflokkurin
  5. Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin
  6. Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin
  7. Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin
  8. Henrik Old, Javnaðarflokkurin
  9. Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin
  10. Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin
  11. Erhard Joensen, Sambandsflokkurin
  12. Johan Dahl, Sambandsflokkurin
  13. Beinta Løwe Jacobsen, Tjóðveldi
  14. Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
  15. Hervør Pálsdóttir, Tjóðveldi
  16. Høgni Hoydal, Tjóðveldi
  17. Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi
  18. Sirið Stenberg, Tjóðveldi

 

 

 

Hesi atkvøddu ímóti:

 

  1. Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin
  2. Christian Andreasen, Fólkaflokkurin
  3. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin
  4. Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin
  5. Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin
  6. Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin
  7. Uni Rasmussen, Fólkaflokkurin
  8. Bill Justinussen, Miðflokkurin
  9. Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin
  10. Edva Jacobsen, Sambandsflokkurin
  11. Frimodt Rasmussen, Sambandsflokkurin
  12. Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin
  13. Jaspur Langgaard, Sambandsflokkurin

 

 

 

Atkvøddi blankt:

 

  1. Rósa Samuelsen, Sambandsflokkurin

 

 

 

Møtti ikki í tingsalinum, atkøvddi ikki:

 

  1. Kristin Michelsen