Elframleiðslan úr varandi orkukeldum minkaði úr 171,9 GWt í 2018 niður í 156,1 GWt í 2019. Tað er ein lækking á 9,1 prosent í grønu framleiðsluni eftir einum ári.
Samstundis øktist eftirspurningurin eftir elorku 9,7 prosent – úr 352 GWt í 2018 upp í 386,1 GWt í 2019. Bæði í 2018 og 2017 øktist eftirspurningurin eftir elorku 5,3 prosent sammett við undanfarin ár, tá grøna elframleiðslan bæði árini var umleið 50 prosent.
SEV hevði 62 milliónir krónur í avlopi eftir skatt
Orsøkin til afturgongdina í grønu tølunum er millum annað at finna í tí sannroynd, at 2019 var turrasta árið seinastu fimm árini, stendur í ársfrágreiðingini fyri 2019 hjá SEV.
Haraftrat var eisini væl minni av vindi í 2019. Kortini lá grøna elframleiðslan í meginøkinum oman fyri 80 prosent í 17,2 dagar í fjør, og í 5,9 dagar var elframleiðslan í meginøkinum 100 prosent grøn, stendur í ársfrágreiðingini hjá SEV.