Farna vikuskiftið tapti Manchester United á útivølli ímóti Chelsea. Og tað hevur gingið av skriðuni hjá José Mourinho, sum høvuðsvenjari hjá Manchester United um hugt verður eftir hagtølunum fyri dystirnar ímóti hinum toppliðunum í Premier League á útivølli.
Í sjey dystum á útivølli ímóti hinum toppliðunum í Premier League hevur tað bara eydnast Manchester United at skora í einum útidysti. Tað var ímóti Tottenham farna kappingarár, tá Manchester United tapti 1-2 á White Hart Lane.
Úrslitini hjá Manchester United á útivølli ímóti hinum oddaliðunum í Premier League við José Mourinho við róðrið hava verið hesi:
2016/17:
Liverpool-Manchester United 0-0
Chelsea-Manchester United 4-0
Manchester City-Manchester United 0-0
Arsenal-Manchester United 2-0
Tottenham-Manchester United 2-1
2017/18:
Liverpool-Manchester United 0-0
Chelsea-Manchester United 1-0