Fíggjarligir trupuleikar, manglandi gjaldføri, manglandi arbeiðstryggingarpengar. Tað er ein óndur spiralur felagið hjá Leivi Mortensen, Brandi Halgirssyni, Súnu K. Hansen, Lív S. Poulsen og Rakul Wardum, Ajax hevur rent seg í.
Komandi týsdag endar Ajax í skiftirættinum. Tað eru donsku skattamyndugleikarnir, ið hava sett fram krav um trotabúsviðgerð.
Besta mansliðið, ið spælir í næstbestu deildini skuldi spæla móti Team Sydhavsøerne í kvøld, men har vóru bara fýra leikarar tøkir at spæla fyri Ajax, og tí bleiv dysturin av ongum.
Ajax hevði annars seks leikarar á dómaraseðilinum undan dystinum, ið skuldi byrja klokkan 19 í kvøld. Teirra millum var Leivur Mortensen. Brandur Halgirsson var ikki millum teir seks leikararnar, ið vóru á dómaraseðilinum.
Men stutt undan dystarbyrjan noktaðu tveir av teimum seks leikararunum hjá Ajax at spæla dystin.
Sambært TV2 var tað bert fáar minuttir undan dystarbyrjan, at dysturin var avlýstur.
Tað er krav, at ein málverji og fimm útispælarar skulu vera tøkir hjá einum liði at spæla dyst. Annars verður dysturin avblástur, og tað var júst tað sum hendi, tá tveir av leikarunum hjá Ajax sýttu fyri at spæla dystin.
Sambært TV2 var tað onkur av leikarunum hjá Ajax, ið feldi tár alment um ringu støðuna hjá liðnum og hjá felagnum.
Lokala blaðið á Lollandi, Folketidende kallar tað eina skandalu, at tveir leikarar hjá Ajax valdu at sabotera møguleikan at gjøgnumføra dystin við at nokta at spæla. Folketidende spyr hvør mundi standa aftanfyri hesa atgerðina hjá Ajax?
Í morgin klokkan 12 skal Ajax sambært skránni spæla dyst á heimavølli móti Randers í bestu kvinnudeildini. Súna K. Hansen, Lív S. Poulsen og Rakul Wardum hava verið á vøllinum fyri Ajax hetta kappingarárið.
##med2##