Bara Ritan siglir

Arbeiðssteðgur er lýstur at koma í gildi beinanvegin og er tíðin komin at kanna eftir hvørjir partar av samfelagnum verða raktir av verkfallinum

Siglingin hjá Strandferðlsuni verður hart rakt av verkfallinum. Smyril liggur sunnanfyri og hann kemur ikki norðurum aftur fyrr enn arbeiðssteðgurin er av.

Í stuttum kann sigast, at tað er bara Ritan, sum siglir meðan arbeiðssteðgurin er, og orsøkin til tað er, at allir umborð á Rituni eru limir í Skipara- og Navigatørfelagnum.

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni sigur í eini viðmerking við Sosialin í kvøld, at stovnurin verður sera hart raktur.

- Vit hava um 70 limir í Starvsmannafelagnum í arbeiði hjá okkum, og tí merkja vit eitt verkfall serliga væl. Høvuðsskrivstovan verður næstan manntóm, sigur hann.

- Bussarnir hjá okkum koyra og tað gera farmabilarnir eisini, men hvat hjálpir tað, tá teir ikki sleppa um sundini, tí skipini liggja still, leggur hann afturat.

Reidar Nónfjall vísir á, at ein annar trupulleiki er, at ein partur av teimum, sum taka ímóti og frankera í pakkhúsinum eisini eru limir í Starvsmannafelagnum, og tí fer tað eisini at ávirka pakkaavgreiðsluna eisini, at arbeiðssteðgur er.

Hann leggur afturat, at tað fyrsta hann gjørdi, tá hann hoyrdi, at verkfall var, var at kanna um allar ognir hjá Strandferðsluni vóru komnar í Havn.

- Tað er neyðgut, at vita, at ognirnar liggja tryggar nú verkfall er, og at tað ikki kemur nakað upp á tær, sum vit kunnu sleppa undan, sigur Reidar Nónfjall


Flogið verður ótarnað

Eftir tí sum Sosialurin hevur skilt, so verður flogið ótarnað millum Føroyar og útheimin. Í fyrsta umfari í hvussu er.

Tað er sjálvandi ein spurningur um hvussu ótarnað tað er, tá strandfaraskipini øll liggja still. Hetta ger tað meiri enn trupult at sleppa t.d. úr Klaksvík til Vágarnar, og tað verður enn verri, um ein ætlar sær úr Suðuroynni og til Vágarnar. Er talan um nakran, sum skal niður í morgin, og antin er í Suðuroy ella Norðoyggjum, so er tað um reppið at viðkomandi skal fara frá húsum um tvey-trý tíðina í nátt.

Busssambandið verður tó regluligt í hvussu er í høvuðsøkinum, men tá farast skal um sundini stinga trupulleikarnir seg upp.