Bara spenningur um bronsuna

HB er FM vinnari, og tað er mest sum avgjørt, at EB/Streymur verður silvurvinnari. Teir í Sundalagnum eru trý stig frammanfyri Víking, og málmunurin er seks mál betri hjá EB/Streymi, enn hann er tað hjá Víkingi.

Víkingur er besta boðið upp á bronsukrónurnar, men B68 hevur framvegis møguleikan. Tað verður tó ikki so torført hjá FSF at leggja til rættis, tí bæði Víkingur og B68 skulu spæla í høvuðsstaðnum ? Víkingur á Argjum og B68 í Gundadali ímóti B36.

NSÍ hevur eisini møguleikan at røkka sama stigatali sum Víkingur, men málmunurin hjá Víkingi er sjey mál betri, enn hann er tað hjá NSÍ, og tí er møguleikin lítil og eingin fyri, at NSÍ skal vinna bronsuplássið.

Undan 26. umfari var tað greitt, at 07 Vestur í 2010 skal spæla í næstbestu deildini. Á pappírinum er tað ikki staðfest, at besta KÍ liðið næsta ár skal spæla í næstbestu deildini. Men heldur ikki klaksvíkingar rokna við møguleikanum. Um KÍ skal sleppa undan niðurflyting, so skal B68 vinna á B36 í Gundadali, og KÍ skal vinna á EB/Streymi í Klaksvík. Harafturat skal KÍ málmunurin sammett við B36 betrast við tíggju málum.

 

HB-KÍ 4-2 (3-0)

1-0: Hans á Lag 2.

2-0: Andrew av Fløtum 25.

3-0: Fróði Benjaminsen 42.

4-0: Rógvi Poulsen 46.

4-1: Hjalgrím Elttør 60.

4-2: Hjalgrím Elttør br 80.

Reytt kort: Kristoffur Jakobsen, KÍ, 65. (2 gul)

 

EB/Streymur-ÍF 3-2 (2-2)

1-0: Arnbjørn Hansen

1-1: Rógvi Jacobsen

1-2: Alexander Jovevic

2-2: Pauli G. Hansen

3-2: Hans Pauli Samuelsen 90.

 

NSÍ-AB 3-1 (3-1)

1-0: Karoly Potemkin 22.

2-0: Bogi Løkin 25.

2-1: Nikolai Eriksen 40.

3-1: Bogi Løkin 42.

 

Víkingur-B36 4-3 (2-0)

1-0: Finnur Justinussen

2-0: Sølvi Vatnhamar

3-0: Finnur Justinussen 52.

4-0: Finnur Justinussen 53.

4-1: Bergur Midjord 60.

4-2: Odmar Færø 75.

4-3: Sjúrður Thomasen 85.

Reytt kort: Atli Gregersen og Andreas Lava Olsen, Víkingur, 61., og Dennis Holmberg, B36, 61.

 

B68-07 Vestur 3-0 (1-0)

1-0: Óli Olsen br 42.

2-0: Nenad Stankovic 60.

3-0: Jóhan Petur Poulsen 80.

 

HB +21 52

EB/Streymur +20 47

Víkingur +14 44

B68 +7 42

NSÍ + 8 41

AB -5 34

ÍF -1 30

B36 -16 27

KÍ -25 24

07 Vestur -23 19

 

27. umfar

Leygardagin 3. oktober

B36-B68

AB-Víkingur

ÍF-NSÍ

KÍ-EB/Streymur

07 Vestur-HB