Bara tey sum hava mist fáa innlit í feløg hjá løgmanni

Tað var eftir at Kaj Leo Jo­hanne­sen, løgmaður, fleiri ferð­ir hevði avsannað, at nak­að felag, sum hann hevur varð­að av, hevði pádrigið nøkr­um tap, hvørki priv­at­um, virkj­um ella tí almenna, at fólk góvu Sosialinum á­bend­ing­ar um, at løg­mað­ur ikki tos­aði satt. Tí eitt virk­ið, sum klár­ar og røk­ir sín­ar skyldur, fer jú ikki á húsagang!

Fyri at kanna hetta nærri bóðu vit Før­oya Rætt um inn­lit bú­rokn­skap­ir­nar hjá øll­um feløgunum, sum løg­mað­­ur hevur varðað av.

Allir parta­fel­ags­rokn­skap­ir eru al­menn­ir, men tá fel­øg­ini – sum í hes­um før­um – eru far­in á heys­in, so fara tey gjøgn­um Skift­i­rætt­in og verða upp­­gjørd í rætt­i­­num og ein bú­­rokn­­skap­­ur gjørd­ur. Hes­in rokn­skap­ur er ikki al­­menn­ur.
Men tey sum eru krav­án­ar­ar – ella tey, sum felagið skyld­ar peng­ar, kunnu fáa bú­rokn­skapin.

Av tí at Sosialurin átti um 110.000 krón­ur til góð­ar hjá ein­um av fel­øg­u­num, sum løg­mað­ur var nevnd­ar­for­mað­ur í, fekk blað­ið parts­inn­lit í hend­an roknskapin.

Sum sagt er tal­an í hes­um felag­num um tap upp á 1,5 mill­­­i­ón­ir krón­ur. Vit kundu hugs­að okk­­um inn­lit í rokn­skap­­in hjá P/F KRK Hold­ing.

Sein­asti rokn­skap­ur, sum er frá 2007, vísir eitt hall upp á góð­ar 10 mill­i­­ón­­ir krón­­ur, og eg­in­ogn­­in er neg­a­tiv við við góð­um fýra milli­ón­­um. Skuld­in hjá fel­agnum er 13,5 milli­ónir krónur.

Vit kundu eisini hugsað okk­­um innlit í dóttirfelagið P/F Farex, sum í síðsta rokn­skap­i­num, sum er fyri 2006, hev­ur eina saml­aða skuld upp á 38 mill­i­ón­ir krón­ur, har av 27 millión­ir eru banka­skuld.

Innlit í búroknskapirnar hjá hes­um fel­øg­u­num eru ser­­liga á­huga­verd­ir, tí løg­mað­­ur sig­ur, at eing­in hev­ur mist eina krónu upp á hesi fel­øg.

Okkara avdúking vísir, at løg­­­mað­­ur ikki segði satt um tap­­ið av Sp/f Sisero. Tølini í hin­um feløgunum eru himm­al­­róp­­andi høg í mun til Sis­ero.

Eisini loyva vit okkum at gita, at bú­­rokn­­skap­­i­r­­nir fyri hesi feløg eru mun­andi ljót­ari enn sein­astu árs­rokn­skap­ir­nir, tí tá allar ognir skulu re­ali­ser­ast í senn, fella ak­tivini munandi í virði.

Tí trúgva vit snøgt sagt ikki uppá, at løg­mað­ur og fel­­­ag­­­ar hans­ara hava svar­að hvørj­­um sítt, og at eing­in hev­­ur mist peng­ar av teirra virk­­semi.