Í gjár, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, vóru bara tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap. Eitt var undir Íslandi og eitt undir Føroyum.
Skipið, sum fiskar undir Íslandi, kemur væntandi heim at landa fyrst í vikuni, sum kemur og hevur eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Línuskipið undir Føroyum er nýliga byrjað túr, og kemur ikki inn aftur at landa fyrr enn síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku. Skipið undir Føroyum fær mest av longu.
Trý føroysk frystilínuskip eru í løtuni til fiskiskap í íslendskum sjógvi, og væntand fara línuskipini út aftur, tá streymurin batnar.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður harður teir fyrstu dagarnar í næstu viku, men batnar, sum vikan gongur.
- Útlit eru til, at veðrið verður gott, og tí verður roknað við nógvum útróðri í næstu viku. Bátarnir fáa mest av toski og so eisini nakað av hýsu, verður lagt aftrat.