Bara vøkstur í Porkeri

Hóast fólkatalið veksur í Føroyum, so er verri statt í Suðuroynni.

Hóast tað vóru 606 fleiri íbúgvar í Føroyum 1. februar 2016 enn 1. februar 2015, so er talan ikki um vøkstur kring alt landið. Tí meðan vøksturin er týðiligur í mið- og norðurøkinum, so er verri statt í suðurøkinum, har fólkatalið stendur í stað í Sandoynni, meðan tað minkar í Suðuroynni.


Um hugt verður eftir prosentum, so vaks fólkatalið í Føroyum við 1,2 prosentum hetta tíðarskeiðið, meðan tað í Suðuroynni minkaði 1,1 prosentum og Sandoynni 0,2 prosentum.


Ikki óvæntað var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, ið vaks við 1,7 prosent. Harnæst var restin av Suðurstreymoy har vøksturin var 1,6 prosent, Norðoyggjar har vøksturin var 1,5 prosent, Vágar har vøksturin var 1,4 prosent og síðani Eysturoyggin har vøksturin var 1,3 prosent.


Um hugt verður eftir Suðuroynni, har størsta minkingin er, sæst, at talan er um eina minking í øllum kommununum á oynni, uttan Porkeris kommunu har fólkatalið vaks við 1,4 prosentum.


Størsta prosentvísa minkingin var í Hovs og Fámjins kommunu, har fólkatalið minkaði ávikavist 7,6 prosent og 5,4 prosent.