Barbara er nýggjur forseti í UNR

Barbara Gaardlykke Apol er vald sum nýggjur forseti í Ungdomens Nordiska Råd

Barbara Gaardlykke Apol er vald sum nýggjur forseti í Ungdomens Nordiska Råd (UNR). 

 

UNR er ungmannadeildin hjá Norðurlandaráðnum, og ársins UNR-sessión hevur verið í Oslo um vikuskiftið, har nýggjur forseti skuldi veljast. 

 

23 ára gamla Barbara Gaardlykke Apol hevur fleiri royndir frá Sosialistisk Ung, Norrøna Ungmannafelag, UNR og MFS, har hon hevur verið aktivur limur seinastu árini. Sum nýggjur forseti í UNR vil hon m.a. arbeiða fyri, at UNR verður sjónligari í almenna kjakinum, tí hon ynskir, at UNR skal fáa størri ávirkan. 

 

- Vit í SU eru sera errin av okkara Barbaru, sum komandi árið fer at arbeiða fyri at styrkja tað norðurlendska samstarvið, virka fyri at tey ungu fáa meira ávirkan í Norðurlandaráðnum og sjónliggera UNR í almenna kjakinum, skriva Sosialistisk Ung á Facebook í dag.

 

Dagføring 29 oktober: Føroyska Anna Falkenberg varð eisini vald sum varaforseti í UNR.