Barcelona best í Europa

Dystin í dystinum vann Messi, sum frammanundan var sagdur at skula kappast við Ronaldo um at gerast høvuðspersónur á Stadio Olimpico í Rom. Tá avtornaði, mundi eingin ivast í, at Messi og FC Barcelona so ruddiliga og fult uppiborið bastu Ronaldo og Manchester United

Hóast Lionel Messi bara er 169 sentimetrar høgur, var 21 ára gamli argentinarin tann størsti í Champions League-finaluni í gjárkvøldið. Undan dystinum hevði annars nógv snúð seg um dystin í dystinum, sum skuldi verða millum Lionel Messi og Cristiano Ronaldo.

Tað var eisini Ronaldo, sum byrjaði betri, tí innan fyri fyrstu 10 minuttirnar hevði hann trý skot ímóti málinum, harav eitt vandamikið fríspark, meðan púrt einki sást til Messi. Men tá avtornaði, vann Messi dystin teirra millum, so tað stóð eftir.

Hann skoraði avgerandi málið til 2-0, tá hann 20 minuttir fyri tíð slapp at standa merkiliga leysur út fyri aftaru stong eftir eina fríspæling frá Xavi. Í einum bleytum boga skallaði hann bóltin upp um Edwin van der Sar í United-málinum, og harvið tryggjaði hann FC Barcelona sítt triðja Champions League-meistaraheiti.

Longu tá hevði Manchester United leingi sæð út sum eitt tapandi lið, og sjálvt United-venjarin, Sir Alex Ferguson, viðgekk eftir finaluna, at leiðslumálið hjá FC Barcelona 10 minuttir inn í dystin gjørdist mønustingurin, tí tað kom eftir fyrsta møguleikan hjá Barcelona og eftir eina annars góða byrjan hjá Manchester-liðnum.


Kendist rættvíst

Leiðslumálið hjá FC Barcelona kom eftir eitt skjótálop, sum Andrés Iniesta setti í gongd, tá hann sendi bóltin fram til kamerounska framherjan, Samuel Eto’o, sum í einari skotfintu fekk Nemanja Vidic av vegnum og síðani smekkaði bóltin í málið við stórutá, beint áðrenn hann annars hevði blivið taklaður.

Tað skuldi eisini vísa seg, at júst hetta skjóta málið fekk avgerandi týdning fyri meginpartin av dystinum, tí tað gav FC Barcelona sjálvsálit og tryggleika í spælinum, samstundis sum Manchester United-liðið í løtum tóktist vera bangið og slett ikki fekk víst dygdirnar, ið annars høvdu rættvísgjørt finalussessin.

At tað bleiv 2-0, kendist eisini bæði rættvíst og náttúrligt, tí frammanundan hevði Thierry Henry havt eina næska roynd, sum noyddi van der Sar at vísa síni evni, umframt at Xavi hevði smekkað eitt fríspark á stongina. Í hinum endanum hendi stórt sæð einki sum helst.

Fyri mong mundi tað kennast sum eitt sindur av einum vónbroti, at Manchester United ikki skuldi megna at geva FC Barcelona ta mótstøðuna, ið væntast kundi í størstu europeisku finaluni, men eftir tvær veikar hálvfinalur ímóti Chelsea fann FC Barcelona stevið aftur í júst røttu løtuni og er nú best í Europa.


Taktiskt snildi

Ikki minst á tí taktiska økinum var talan um ein stórsigur til Josep Guardiola, sum fyrsta árið á venjarabonkinum hjá FC Barcelona hevur tikið tríggjar stórar sigrar: Spanska meistaraheitið, sponsku steypakappingina og nú eisini Champions League-meistaraheitið.

Tann 38 ára gamli Guardiola vísti snildi, ið 67 ára gamli Sir Alex Ferguson ongantíð fann nakað hóskandi svar til, tá hann flutti Lionel Messi úr álopinum aftur á miðvøllin, har FC Barcelona var í meiriluta, samstundis sum Manchester United-miðverjarnir, Vidic og Rio Ferdinand, ongantíð funnu útav, hvør teirra leiklutur í dystinum skuldi verða.

Sigurin í Rom merkti ikki bara, at Guardiola hevur gjørt tað trupult at fáa eitt uppaftur betri kappingarár næsta ár, men fyrst og fremst fekk FC Barcelona hevnd fyri tapið í hálvfinaluni í fjør, umframt at Guardiola nú er ein av bara seks persónum, sum hevur vunnið størstu kappingina í Europa sum bæði spælari og venjari.