Barcelona bjargað av dýrum innskiftara

Ousmane Dembele er ein umstríddur og dýrur spælari, men hann bjargar Barcelona stig

FC Barcelona fekk í gjár bjargað sær ein javnleik í oddadystinum í Spaina móti Atletico Madrid. Heimaliðið var á odda líka til tað seinasta, tá innskifti Ousmane Dembele javnaði fyri gestirnar úr Barcelona.

 

Les eisini: Kreppan heldur fram í Real Madrid

 

FC Barcelona hevði annars tamarhald á tí mesta av dystinum. Lionel Messi var í sínum vanliga lagi, men uttan Philippe Coutinho, sum er skaddur, og Ousmane Dembele á vøllinum, manglaði í løtum eitt sindur av hóttan.

 

Atletico Madrid spælir mangan upp á mótálop og tað var eisini tilfeldið í gjár. Tað var tó upp á hornaspark, at teir løgdu seg á odda tá eitt korter var eftir. Við handari stong stútaði Diego Costa bóltin í málið til 1-0.

 

Nú sendi FC Baarcelona dýrasta útskiftaran á vøllin. Hann kom sum avloysarin fyri Neymar og kostaði næstan eina milliard krónur, men franski Ousmane Dembele hevur havt trupult við at vinna sær fast pláss á liðnum. Hann hevur eisini verið avsettur, tí hann kom forseint til venjing.

 

Men við sínum sjeynda málið í ár, so prógvaði hann at hann dugur at spæla bólt. Málið tryggjaði Barcelona eitt stig í Madrid. Sevilla kann í kvøld leggja seg á odda í La Liga.

 

1

13

16

25

 2

13

8

24

 3

12

10

23

 4

13

4

23

 5

12

6

21

 6

13

1

20

 7

13

-1

18

 8

13

-3

18

 9

13

2

17

 10

12

0

17

 11

12

-1

17

 12

12

1

16

 13

12

1

16

 14

12

-3

16

 15

12

2

14

 16

13

-6

13

 17

12

-2

11

 18

12

-6

10

 19

13

-14

7

 20

13

-15

7