Barcelona vann í kvøld 3-0 á Bayern Munchen í fyrru hálvfinaluni í Champions League. Lionel Messi gjørdist hetjan, tá hann í seinna hálvleiki skoraði tvey mál, eftir stuttari tíð.
Í fyrra hálvleiki høvdu bæði liðini møguleikar at leggja seg á odda. Fyrst var tað Luis Suarez, sum bleiv púra leysur, men Manuel Neuer stórbjargaði. Í hinum endanum var Robert Lewandowski um reppið at leggja gestirnar á odda, men hann rakti ikki bóltin, tá Thomas Muller legði flatt innfyri.
Í seinna hálvleiki tóktist Bayern Munchen hava munin eina løtu, men so tók Barcelona yvir. Fyrst mátti Maunel Neuer langt út úr málinum, at steðga Neymar, sum var púra leysur. Hesa løtuna var yvirskriftin helst “Neuer bjargar Bayern Munchen".
Trettan minuttir fyri tíð kom tó hol á. Lionel Messi fekk bóltin í høgru síðu og meddaði til við nærmastu stong til 1-0. Tríggjar minuttir seinni økti sami Lionel Messi, tá hann trillaði verjuna hjá Bayern Munchen á reyvina – bókstaviligt. Síðani lyfti hann bólti í málið til 2-0.
Móti dystarenda staðfesti Neymar sigurin, tá hann eftir uppspæl frá Lionel Messi bleiv púra leysur og skoraði til 3-0. Var Barcelona favorittur undan hesi uppgerðini, so er tann leikluturin ikki blivin minni.
Barcelona – Bayern Munchen 3-0 (0-0)
1-0 Lionel Messi, 77
2-0 Lionel Messi, 80
3-0 Neymar, 90+3