Hvørki Barcelona ella Real Madrid fingu fult stiga tal í hesum umfarinum í sponsku landskappingini. Barcelona spældi í kvøld javnleik, meðan Cristiano Ronaldo gjørdist match-vinnari fyri Grenada við sjálvmáli.
Barcelona var á vitjan í Valencia. Heimaliðið kom á odda aftaná ein hálvan tíma, tá Ever Banega varð spældur leysur í brotsteignum og skoraði.
Bara tríggjar minuttir seinni javnaði Lionel Messi við brotssparki, eftir at dómarin metti, at Pedro varð feldur í brotsteiginum hjá Valencia.
Bæði Valencia og Barcelona høvdu møguleikar at avgera dystin. David Villa var nær vvið fyri gestirnar, meðan Roberto Soldado var nær við fyri vertirnar.
Real Madrid tapti óvæntað fyri Grenada, sum stríðist fyri lívinum í bestu deildini. Einsamalla málið í dystinum skoraði Cristiano Ronaldo, tá hann stútaði eitt hornaspark í egið mál.
Barcelona er tólv stig frammanfyri Atletico Madrid, sum í løtuni spælir móti Real Betis. Munurin niður til Real Madrid 16 stig.