Barcelona slapp ikki av pínibonkinum

Champions League: Spenningurin er varðveittur í fleiri av bólkunum

Helmingurin av dystunum í fimta og næstseinasta umfari í bólkaspælinum í Champions League hava verið í dag. FC Barcelona slapp ikki av pínibonkinum og skal nú helst vinna í Týsklandi móti Bayern Munchen í seinasta umfari, fyri at sleppa víðari.

 

Bólkur E:

 

Bayern Munchen er víðari sum nummar eitt við sigri á Dynamo Kiev. Robert Lewandowski var á máltalvuni. FC Barcelona megnaði ikki at skora móti Benfica, men tað kundi endað heilt galið, tá Benfica fekk helst størsta møguleikan í dystinum í yvirtíðini.

 

FC Barcelona – Benfica 0-0

 

Dynamo Kiev – Bayern Munchen 1-2

 

Støðan:

 

  1. Bayern Munchen 15 (stig)
  2. FC Barcelona 7
  3. Benfica 5
  4. Dynamo Kiev 1

 

Bólkur F:

 

Manchester United er víðari við sigri í Spania, meðan Atalanta bara fekk javnleik móti Young Boys. Nú skal Atalanta vinna á Villarreal í seinasta umfarinum.

 

Villarreal – Manchester United 0-2

 

Young Boys – Atalanta 3-3

 

Støðan:

 

  1. Manchester United 10
  2. Villarreal 7
  3. Atalanta 6
  4. Young Boys 4

 

Bólkur G:

 

Her er spenningurin varðveittur, tí øll liðini kunnu koma víðari. Bæði tey lægru á stigatalvuni vunnu ig nú kunnu øll koma víðari undan seinasta umfarinum.

 

Lille – Salzburg 1-0

 

Sevilla – Wolfsburg 2-0

 

Støðan:

 

  1. Lille 8
  2. Salzburg 7
  3. Sevilla 6
  4. Wolfsburg 5

 

Bólkur H:

 

Chelsea hevur við knúsandi 4-0 sigri á Juventus staðfest, at verandi vinnararnir av kappingini eru til reiðar at verja steypið. Malmø fekk sítt fyrsta stig á heimavølli móti Zenit.

 

Chelsea – Juventus 4-0

 

Malmø – Zenit 1-1

 

Støðan:

 

  1. Chelsea 12
  2. Juventus 12
  3. Zenit 4
  4. Malmø 1