Bárður Nielsen: Løgmaður niðurger Sambandsflokkin

- Kaj Leo Holm Johannesen niðurger tingmanningina og baklandið hjá Sambandsflokkinum, og eg eri vísur í, at hetta málið er ikki liðugt avgreitt enn, sigur Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin í kvøld.

 

- Kaj Leo Holm Johannesen niðurger tingmanningina og baklandið hjá Sambandsflokkinum, og eg eri vísur í, at hetta málið er ikki liðugt avgreitt enn, sigur Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin í kvøld. 

Í dag hevur løgmaður gjørt greitt, at hann ikki fer at koyra Jørgen Niclasen út starvið, hóast ein samdur tingbólkur bað løgmann um at loysa Jørgen Niclasen úr starvið í farnu viku. 

 

Helgi Abrahamsen og Reimund Langgaard vóru teir einastu tingmenninir í Sambandsflokkinum, sum atkvøddu fyri misálitisuppskotinum á Jørgen Niclasen, men avgerðin hjá løgmanni í dag, hevur fingið øði í fleiri aðrar tinglimir hjá Sambandsflokkinum. 

 

Ein teirra er Bárður Nielsen. 

 

 

- Vit tóku avgerð um, at vit vildu hava Jørgen Niclasen frá, og hendan útmeldingin hjá løgmanni í dag, er als ikki ein avgerð, sum Sambandsflokkurin stendur aftanfyri, sigur Bárður Nielsen. 

 

 

Hann heldur, at løgmaður beinleiðis niðurger tingmanning og baklandið hjá Sambandsflokkinum. 

 

 

- Eg skilji væl, at mong í baklandinum eru ørkymlaði og standa spyrjandi, nú okkara formaður velur at fara beinleiðis ímóti tí, sum tingmanningin og baklandið vil, sigur Bárður Nielsen. 

 

 

Bárður Nielsen sigur, at tingbólkurin fyrsta dagin fer at viðgera støðuna. 

 

- Síðsta orðið er ikki sagt í hesum máli, sigur Bárður Nielsen.