Barnabókahøvundar út úr skápinum

Rithøvundafelagið freistar nú nýggjar høvundar at royna seg í kapping sum barnabókarithøvundar. Knípir tað við at koma í gongd, kann felagið eisini bjóða skriviskeið í heyst


- Tað slepst ikki undan, at tað er nakað serstakt við at vaksa upp í einum lítlum máløki. Tí hevur tað eisini stóran týdning, at hesi børn hava bøkur, tey kenna seg sjálvi aftur í, sigur Marjun Kjelnæs, rithøvundur, nú rithøvundafeløgini í Føroyum, Sámalandi, Grønlandi saman við Nordbok skipa fyri skrivikapping fyri barnabókarithøvundar í hesum londum.
Samstundis er skrivikappingin eitt heilt serstakt høvi hjá føroyskum, sámiskum og grønlendskum høvundum at gera vart við seg uttan fyri teirra egna lítla máløki.

Út á fýra málum
Í Rithøvundafelagnum hava tey leingi havt varhuga av, at tað sita ikki so fáir barnabókahøvundar og fjala seg kring landið. Bæði ung, sum ikki hava roynt seg fyrr og ikki rættiliga vita, hvussu tey skulu koma í gongd, men eisini meir royndir høvundar, sum av onkrari orsøk steðgaðu at skriva. Men nú er onki at bíða við longur, sigur Marjun, sum heldur skrivikappingina verða ein gyltan møguleika at gera vart við seg sum barnabókahøvund. Heilir tríggir vinnarar verða nevniliga kosnir á hvørjum máli, og verður handritið hartil útgivið á bæði føroyskum, grønlendskum, sámiskum umframt einum fjóðra norðurlendskum máli  helst norskum ella svenskum.
Treytin fyri at verða við er, at handritið ikki hevur verið givið út áður ella virðislønt í aðrari kapping. Málbólkurin er 8  12 ára gomul børn, og tekstaslagið skal vera barnabók, antin sum ein samanhangandi søga ella sum stuttsøgur.

Onki at missa
Marjun veit av egnum royndum, at tað kann kennast heldur møtimikið at koma í gongd av álvara sum rithøvundur. Ikki minst í Føroyum, tí ongi skipaði tilboð eru til høvundar um ráðgeving ella gjøgnumlestur av handritum. Hetta kann fáa sjálvt tann besta at aftra seg við at senda eitt handrit beinleiðis til eitt forlag.
- Við eini skrivikapping er tað øðrvísi, tí tú sum útgangsstøði onki hevur at missa og alt at vinna. Tú sendir handritið inn dulnevndur, og vinnur tað ikki, ja so er ongin skaði hendur. Vinnur tað hinvegin, fær títt sjálvsálit veruliga eitt skump tann rætta vegin. Ikki bara tí tú vann, men sanniliga eisini tí onkur annar hevur mett um og sagt gott fyri tí, tú skrivar. Oftast er tað júst tað, sum skal til fyri at koma víðari, sigur Marjun, sum sjálv í síni tíð vann eina stuttsøgukapping.

Saknar nútíðar barnasøgur
Marjun heldur tað vera ringt at seta orð á, hvat krevst av eini góðari barnabók. Men eitt tað týdningarmesta er, at høvundurin megnar at fáa børn at djúpa seg í eini spennandi søgu, ið er skrivað á einum løttum og livandi máli, sum ikki tosar niður til tey á ein moraliserandi ella ovur pedagogiskan hátt.
Ein onnur stór avbjóðing hjá barnabókahøvundum her heima er eftir øllum at døma eisini at taka støði í nútíðini. Oftast eru barnabøkur afturlítandi, har høvundurin minnist aftur á egnan barndóm ella á annan hátt lýsir lívið í gomlum døgum. Hetta er kanska ikki so løgi, heldur Marjun, tí tíðirnar broytast skjótt, og sjálvt ein ungur rithøvundi kann kenna seg fremmandan í eini nútímans barnaverð og tískil hava ilt við at lýsa hana. Marjun dylir ikki yvir, at hon sjálvt saknar barnabøkur á føroyskum, sum taka støði í eini nútíð, børnini kunnu kenna seg sjálvi aftur í. Hinvegin leggur hon áherðslu á, at hetta tó als ikki er nøkur treyt fyri at luttaka í kappingini.

Slúsurnar upp
Umframt kappingina verður skipað fyri skriviskeiði fyri føroyskar, sámiskar og grønlendskar barnabókahøvundar í heyst. Hetta skal ikki skiljast sum, at neyðugt er at fara á skriviskeið fyri at skriva eina barnabók, sigur Marjun, men heldur síggjast sum eitt tilboð um hjálp at koma í gongd ella menna skriviførleikan.
Tað ber neyvan til at siga, at tú kanst læra at gerast ein góður høvundur við at fara á skriviskeið, men tú verður tað í øllum førum ikki, um tú ikki kemur í gongd við at skriva, minnir Marjun á.
- Eitt skriviskeið kann kanska best lýsast sum ein máti at lata upp fyri slúsunum og koma í rætta skrivihuglagið, so ferð kemur á. Eisini hevur tað ótrúliga nógv at siga, at man setur nakrar dagar av, har man fult og heilt sleppur at savna seg um skrivingina, tí tað hava tey flestu sjáldan møguleika til. Tí er tað er tað eisini enn meir umráðandi at vita, hvussu tú kemur í gongd aftur, sigur Marjun, sum sjálv hevur tikið lut og undirvíst á fleiri skriviskeiðum gjøgnum tíðina.
- Burtursæð frá, at samveran við aðrar høvundar á einum slíkum skeiði er ótrúliga gevandi, hava skeiðini eisini lært meg altíð at kunna finna aftur til tað, sum skuldi til fyri at fáa ferð á skrivingina aftur, sigur Marjun, sum er rættiliga sannførd um, at tað er hesum skeiðum fyri at takka, at hon ikki er steðga upp við skrivingini fleiri ferðir.

Gevandi kritikkur
Ein av treytunum fyri at taka lut á skeiðnum er, at luttakararnir eru byrjaðir at skriva ein tekst, sum teir vilja sleppa at menna. Ein av aðaltáttunum á einum slíkum skeiði er nevniliga at lata onnur síggja, tað tú hevur skrivað, so tey kunnu koma við kritikki. Her skalt tí verða fyrireikaður at slúka nakrar kamelar, og í fyrstuni kann tað kennast eitt sindur hart at fáa at vita, at hatta er bara ífylla ella, at nú ert tú í so poetisk, sigur Marjun. Men sum frá líður, vilja tey flestu ikki verða kritikkin fyri uttan.
- Eg trúgvi, at flestu høvundar hava lyndi at forelska seg so blint í sínum egnu orðum og setningum, at tað nærum verður ógjørligt at broyta nakað. Tað er oftast eisini orsøkin til, at tú rennir teg fastan. Tí ræður um at læra at kill your darlings, so tú fært latið upp fyri nýggjum møguleikum at málbera teg og lata hugflogið reika víðari, sigur Marjun.

Fakta:
Freistin at senda inn handrit til skrivikappingina er 10. januar 2007.
Ein dómsnevnd verður sett fyri hvørt av teimum trimum máløkjunum. Í dómsnevndunum fara at sita fakfólk, sum avvarðandi rithøvundafeløg velja.
Vinnararnir verða kosnir í februar 2007.

Skriviskeiðið fyri barnabókahøvundar verður í døgunum 4.  9. november 2006 á Gjaargarði við Gjógv. Skeiðsleiðari verður norski rithøvundurin Erna Osland. Afturat henni verða hjálparleiðarar úr teimum trimum máløkjunum.
Freistin at tekna seg er 20. august 2006
Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við:
Marjun S. Kjelnæs, Rithøvundafelag Føroya: marjun@webhiker.dk, 0045 23 74 23 05
ella
Bókadeild Føroya Lærarafelags: bfl@bfl.fo, tlf. 31 76 44